Frá tryggum kørmum til politiska ræning

Sosialistiska samgongan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn vil trumfa eina uppboðssølu av fiskirættindum ígjøgnum nú. Ilt er at fáa eyga á endamálið.

Endamálið er ikki, at nýggj skulu framat, tí bara verandi skip sleppa at bjóða.

Landsstýrismaðurin og samgongulimir siga við ein munn, at endamálið er ikki at fáa pening í landskassan.

Prísurin, sum skal rindast, er ikki prísurin, sum hægsta boð er. Tey ætla eina skipan, har øll verandi skip bjóða og prísurin, sum skal rindast, skal so finnast við einum frymli, sum eingin enn kennir.

Endamálið er heldur ikki at fáa størri útflutningsvirði, tí tað er eingin treyt í uppboðssøluni.

Tilvildarligt er eisini hvørji fiskasløg og hvørjar nøgdir skulu takast inn og seljast.

Serfrøðingabólkurin, sum skal gera fiskivinnupolitikk, kann heldur ikki brúka hetta eksperimenti. Bólkurin skal avlevera sítt arbeiði á Ólavsøku og tá er fiskiskapurin í eksperimentinum júst byrjaður ella slett ikki byrjaður.

Endamálið er heldur ikki at fáa fiskiskapin so effektivan sum møguligt. Eftir søluna, kunnu skipini ikki býta kvotur sínámillum, fyri at fáa sum mest burturúr tilfeinginum.

Havi leita og kann bara finna tvey endamál. Annað er, at kunnu vísa á, at landsstýrið ger OKKURT. Hitt endamálið kann bara verða, at útvald skip og manningar skulu missa hesi rættindi og so hopa at okkurt annað skip fær rættin. Tað er ein ávís sjúka.

Í 2007 samtykti Løgtingið, at loyvini skuldu fara úr gildi í 2018, tvs um tvey ár. Fleiri løgfrøðilig upprit vísa, at landið tí ikki í skundi í 2016 kann taka loyvini frá verandi skipum. Tað er at seta rættartygdina til síðis. Heldur ikki tað, leggur sosialistika samgongan nakað í.

Vit fara frá tryggum kørmum til politiska ræning av vinnurættinum.

Jørgen Niclasen, tingmaður