Fólkafundur í Salt leygardagin 11. mai

SKRÁIN

10:00
Vælkomin

10:10
Ein provkatørur setur fólkaræðið undir sjóneykuna.
Stutt eggjandi røða, sum setir dagin í perspektiv og sparkar kjakið í gongd

10:20
Flokkarnir fáa hvør sínar fimm minuttir til "sølutalu" eftir egnum ynski og leisti

Eftir sølutalirnar hjá politisku flokkunum fáa áhoyrararnir høvi at koma við viðmerkingum og spurningum. Fyri at kveikja undir kjakið fáa politikarar høvi at gera stuttar viðmerkingar til tað, sum kemur frá fólksins rødd

11:10
Speakers corner, orðið er frítt, og polittikararnir fáa høvi at lofta og svara.

12:00
Lutakast til spurnatíma. Vit draga lut, hvør flokkur skal spyrja hvønn flokk, og svara spurningum frá hvørjum.

12:10
Døgurðasteðgur

13:00
Spurnartími, flokkarnir tráspyrja hvønn annan

Flokkarnir fáa hvør sínar fimm minuttir til at seta einum ávísum flokki spurningar (Lutakast áðrenn døgurðasteðg). Alli flokkar fáa sostatt bæði høvi at spyrja og svara. Flokkarnir gera sjálvir av hvør umboðar flokkin. Lagt er upp til skjótan dialog.

14:00
Politiskt ungdómspanel, hvat ynskja tit/ungdómurin av útjaðaranum.

Ungdómspolitikarar í panelið, t.d. Forkvinnur/menn í ungmannafeløgunum ella ein ung rødd úr hvørjun flokki. Endamálið er at kveikja í eitt kjak um framtíðina, og hvat potentiali, møguleikar, avbjóðingar og forðingar ungdómurin sær í útjaðaranum.

15:00
Kaffi

15:30
Formansumfar

Floksformaðurin umboðar flokkin í hesum endaumfari, sum tekur støði í Suðuroynni, sæð í mun til restina av samfelagnum.

16:45
Takk fyri hesuferð

17:00
Tiltakið endar, men SALT er tó opið til prát og hugna , líka til Smyril loysir kl 18:30