Fólkaflokkurin vil hava eina loysn á málinum um fyritíðarpensjónistarnar nú.

17. februar setti Annika Olsen, Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinnu í almannamálum ein §52 a fyrispurning, um møguleikar hjá føroyskum fyritíðarpensjónistum at flyta í millum Føroyar og Danmark.

Arbeiðsbólkurin ið skuldi vera liðugur við sítt útgreiningararbeiðið á heystið 2015, verður nú ikki liðugur fyrr enn í fyrsta lagi á sumri 2016. Hetta framgongur í svarinum frá landstýriskvinnuni. Tískil røkist onki fyri nakrari loysn á hesum málið og málið dregur bara út.

Fólkaflokkurin metir als ikki hetta vera nøktandi. Fólkaflokkurin fer tí at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landstýrið um at smíðja lóggávu, sum kann tryggja hesum fyritíðarpensjónistum síni rættindi alt fyri eitt.

Spurningurin og svarið kunnu lesast niðanfyri.

16-00274-2 Svar uppá § 52 a fyrispurning frá Anniku Olsen