Flaggrøða: Er heima til?

Flaggrøða á Sandi 25.04.2015

Góðu sandoyggjarfólk,

Eg takki tykkum fyri, at tit hava boðið mær at halda flaggrøðuna her í dag. Kenni tað sum ein heiður, at tit vilja hava meg tykkara millum. Tað vil so vera, at haðani røturnar eru, hagar vil hugurin ofta reika aftur. Eg eri ikki uppvaksin á oynni, men røturnar hava gróðrarbotn í Skumpitoft í Húsavík. Abbi er húsvíkingur.

Í gjár, fríggjadagin 24. apríl, skuldi Bergur Djurhuus Hansen verja ph.d. ritgerð sína "Er heima til? Ein tekstslagástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristian Osvald Viderøs.”

Kristian Osvald Viderø er ættaður úr Skálavík. Sonur Joen Michael Viderø og Sybille f. Poulsen, ið var ættað úr Sakrastovu í Hesti.

Langomma, Súsanna í Skumpitoft, var systkinabarn Viderø. Tað er tó ikki skaldskapin, ið eg ætli at bera fram í dag. Tað er harafturímóti heitið á ph.d. ritgerðini hjá Bergi Djurhuus Hansen: “Er heima til?”

At síggja til er spurningurin ófarligur, men um ein gevur sær stundir at svara, gerst skjótt greitt, at spurningurin er torskiltur. Hann er eksistensiellur. Nertur við kjarnan í tilverugrundarlagi okkara. Hvør eri eg? Hvar hoyri eg heima? Hvussu djúpt stinga røturnar?

Og tað var nú hetta, eg hugsaði um at taka fram ein flaggdag. Um røturnar ella søguna, hvønn týdning flaggið hevur í hesum sambandi, og hvat flaggið kann hava at siga okkum í dag sum ímynd ella symbol. Flaggið hevur eisini nakað við røtur at gera. Men røturnar kunnu stinga so djúpt, at ilt er at fáa fatur á teimum.

Hetta at vita nakað um sína ætt hevur verið hildið høgt í æru hjá teim gomlu, og abbi hevur mangan greitt frá, hvussu dúgliga varð prátað um fortíðina, tá fólk stukku inn á gólvið í Skumpitoft.

Tað er so vanligt í dag at tala um identitet ella samleika. Fyrst at vita, hvør ein er, soleiðis í djúpari merking. Men síðan hvørjum ein natúrliga hoyrir saman við: húski, býlingi, bygd, oyggj, landi, londum, heimsparti, heimi. Vit minnast øll, tá vit vóru so fræg og dugdu at skriva navn og adressu, so hjálptust vit ikki bara við navn og bygd, men tóku allan heimin við. Tó longur vit fara frá okkum sjálvum, meira fara vit frá tí konkreta til tað abstrakta, frá tí ítøkiliga til tað hugtoygda, tað óveruliga.

Vit vita væl, hvat tað er at vera húsvíkingur, dalbingur ella skopuningur og eisini at vera úr Sandoynni (bara ikki hvussu vit skulu nevna tað). Og í dag ivast vit heldur ikki í, hvat tað er at vera føroyingur. Men hesin samleiki er í vanda. Tað gekk sjón fyri søgn farna summar, tá umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, Havsins Hirðar, hertóku landið. Tað merktu sandoyingar á egnum kroppi. Við svørtum hettutroyggjum og deydningahøvdum stóðu hesir fávitugu unglingar á varðhaldi. Til reiðar at leggja seg millum knívin og hvalin. Okkara mentanararvur, okkara siðbundna søga, ið hevur hildið lív í mongum føroyingi, stendur fyri hóttafalli. Føroyar eru ikki longur fjarskotnar. Ein blettur miðskeiðis í Norðuratlantshavium. Føroyar eru ein partur av globaliseringini. Alheimsgerðini. Nú flokkast stórbýarmenniskju úr Sidney, London og New York á sosialu miðlunum.

Við stuðli frá heimskendum sjónleikarum verður arbeitt við at geva mentanararvinum mønustingin. Tað, sum tey flestu av okkum seta í samband við Føroyar og føroyskan samleika, í hesum annars samleikavilstu tíðum, har mentunar margfeldnið verður vavt saman í eina Facebookmentan, stendur á einum vegamóti.

Skulu vit varðveita fedranna arv, ella boyggja okkum fyri alheimsgerðini.

Tað vóru tit, góðu sandoyggjafólk, ið slerdu manngarð um siðaarv okkara. Ið slóðaðu fyri. Tað vóru tit, ið gjørdu Sea Shepherd og umheiminum greitt, at í Føroyum skulu føroyingar ráða.

Í hesum sambandi vil eg nýta høvi at lesa brot úr yrkingini “Boðar tú til allar tjóðir,” ið Jóannes Patursson yrkti.

“Um nú nýggjar øldir líða,

halt á somu leið várt starv,

at vit ikki lata svíða

dugnaloysi til hin arv,

sum vit ervdu fedrum av;

tá skal lyftið, sum tú gav,

allan aldur Føroyum tryggja

føroyingunum her at byggja.”

Men heimurin troðkar meir á okkum, vit gerast beinleiðis heft av tí, ið hendir úti í stóru verð. Heimurin er aftur vorðin ótryggur. Bjørnin fyri eystan er vaknað. Fyri kortum hótti Russland Danmark við kjarnorkubumbum. Vit síggja sorgarleikin í Miðalhavinum, har tíggjutals túsund av menniskjum flýggja undan kríggi og kúgan fyri at royna eydnuna í framkomnu londunum í Evropa. Serliga Norðurevropa. Miðeystur stendur í ljósum loga. Arabiska várið skuldi vera startskotið. Einaræðisharrar fullu. Fólki talaði. Nú skuldi fólkaræðið valda. Men tað varð av ongum. Veturin vann á várinum. Myrkrið á ljósinum. Vit síggja dag og dagliga, hvussu radikalu ekstremistarnir í sokallaða Islamiska Statinum beina fyri kristnum borgarum. Fjart burturi frá tryggu umstøðunum í Føroyum. Men fjarstøðan er stytt. Fyri kortum rakti radikalisman Danmark. Ríkisfelagsskapin. Okkara grannar. Vit eru ikki longur fjald burturi. Vit eru í miðdeplinum.

Jú, sanniliga eru vit vorðnir heimsborgarar í alheimsgeringini. Og tað ikki bara í samband við stórhendingar, men eisini í tí sum hendir so líðandi. Vit eru øll kend við vandan av dálking. Ovurfólking, ovurnýtslu av tilfeinginum. Orð sum vakstrarhúsárin og veðurlagsbroytingar eru komin inn sum ræðuorð.

Men tað var flaggið, vit skuldu tosa um, og tað má so vera um, hvussu tað er at vera føroyingur. Tað er vist satt, sum onkur hevur sagt, at fyri góðum hundrað árum síðan var ikki neyðugt at spyrja so, vit vóru tað bara. Men tá má so okkurt hava verið, sum hevur gjørt, at menn eru vaknaðir við kaldan dreym og hava ásannað, at nú er okkurt, sum bilar. Og tað var eisini ein stórhending, ja, tað var sanniliga ein stórhending, ið skuldi til, tí tað var ikki fyrr enn Adolf Hitler og Týskland hertóku Danmark, at Føroyar fingu egið flagg.

Í sambandi við 100 ára minnið fyri tiltikna jólafundinum í 1888 kom so nógv fram um atvoldirnar til henda fund. So tað skuldi verið fólki rættiliga kent. Endamálið var at verja Føroya mál og Føroya siðir. Hesi bæði orðini eru nóg mikið at vísa á fólksins samleika. Sum ein ítøkilig mynd av hesum samleika verður so farið at leita eftir einum merki. Og tað endar við tí núverandi flagginum, sum kemur fram fyrstu ferð í 1919, til tað endaliga verður góðkent av Churchill 25. apríl 1940. Í ár er sostatt 75 ár liðin, síðan flaggið varð viðurkent.

Nú er so langt frá liðið øllum stríðsspurningum, at allir føroyingar eru góðir við flaggið og kunnu savnast saman undir tí. Men hvat hevur tað at týða? Er tað bara tann reini hvíti dúkurin við tí blárandaða reyða krossinum, vit halda vera so vakran, er tað ov lítið. Men fær tað nakað at rørast í okkum føroyingum, tá vit síggja tað, ikki um at tala eru vit langt av landi skotin, hevur tað fingið ta ímyndarligu kraft, sum ger, at vit vilja fara væl við tí og vísa tí sóma. Tí heilsa vit við krossflagginum, ið minnir um kristna siðaarv okkara, og vinda tað á stong í sorg og gleði og lata tað veittra innan fyri ta ásettu tíð, okkara myndugleikar hava fyriskipað. Her ræður eisini um, at tann ungi fær lært góðan flaggsið.

Flaggdagshald gevur høvi til at tala eitt sindur hátíðarliga um felags áhugamál. Og eitt mál er sjálvt málið. Hóast nógv er vunnið ávegis, ber ongantíð til hjá okkum at siga, at komið er á mál. Alla tíðina er ágangurin stórur uttanifrá, og tí ræður um at vera á varðhaldi. Tann ungi eigur at taka við læru frá teimum vaksnu og ikki alt ov tíðliga halda, at tey einki hava at læra av teimum. Men á teimum vaksnu liggur serliga ábyrgd, hvussu tey geva málið frá sær. Hóast ósemju munnu tey flestu hava hyling á, hvat er góður málburður. Og ofta verður trivið í, hvussu væl mong av teim gomlu dugdu at taka til orðanna. Eisini er mangt gott at finna hjá skrivandi fólki, ikki at gloyma skálvíkinginum Heðin Brú.

Nú verður seinni í kvøld farið til várveitslu. Og hvør veit? Kanska verður farið uppá gólv? Tí føroyski dansurin man vera tann mentanararvur, vit serliga eru góð við, men merkja gleppur okkum meira og meira av hondum. Men eg havi varhugan av, at føroyski dansurin er við at vinna frama. Tað er vorðið inn, ella populert, millum tey ungu. Hann ella hon, ið dugir at tríva í eitt ørdini ella bæði tvey, er snúningspunktið. Tann kuli, sum vit siga í Havn.

Givið er, at føroyski dansurin ikki er eins stórur partur av gerandisdegnum, sum hann var í gomlum døgum. Nú hava vit Facebook, SnapChat, Internet, snildfon, sjónvarp og Netflix, ið stytta okkum stundir. Men… Hvor der er en vilje, er der en vej. Tey, ið læra seg kvæðini, gera tað, tí tey vilja tað. Vilja varðveita siðaarv føroyinga. Vilja skapa sín samleika. Ein føroyskan samleika.

Viderø prestur, skrivar í bókini "Á Suðurlandið," ið saman við 3 øðrum bókum kom út stutt fyri høvundurin sjálvur fór ferðina á hitt Suðurlandið, sum hann so nógv hevur skrivað um. Eg hugsaði, at tey, ið hava lisið hesa lýsing um dansin beint áðrenn skipsmenninir ella fiskararnir, sum Kristian sjálvur skrivar, skulu á Suðurlandið, munnu vera samd við mær, at betur kann ikki lýsast spenningurin millum dansigleðina og hugtyngsluna, nú so stórur partur av bygdarmonnunum skulu hasa ódnarferðina norður fyri Herjarlond, sum Súsanna í Hanusarstovu tekur til kvøðandi í Brúsa-Jøkil. Og hetta kvæðið kemur eisini at runga fyri okkum fyrsta Suðurlandstúrin hjá Kristiani undir Gerðabrekku.

Í ph.d ritgerðini sigur Bergur Djurhuus Hansen um ferðafrásagnirnar hjá Viderø at tær snúgva seg m.a. um eina kenslu av at liva í einari krepputíð “og ikki kenna seg heima nakrastaðni – ikki at sættast við seg sjálvan og sítt umhvørvi.”

Tað finnast framvegis fólk, ið villasta í samleikaspurninginum. Hvør eri eg? Er heima til? Tí er týdningarmikið at vit hátíðarhalda flaggdagin. At vit steðga eina løtu og líta á. Kaga móti himni og síggja Merkið veittra í húnar hátt. Hetta er okkara heim.

Takk fyri og framhaldandi góðan flaggdag.

Hanus Samró