Er málið um fyritíðarpensjónistar slept?

Fyrispurningur um møguleikar hjá føroyskum fyristíðarpensjónisum at flyta ímillum Føroyar og Danmark og samstundis varðveita sína fyritíðarpensjón, settur Eyðgunn Samuelsen, landsstýris­kvinnu í almannamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Nær verður arbeiðið liðugt, sum skal gera tað møguligt hjá føroyskum fyritíðar­pensjón­istum at flyta millum Føroyar og Danmark og samtundis varðveita sína fyritíðarpensjón?

Viðmerkingar

Í sendingini ”Áðrenn tey vistu”, ið var send í Kringvarpi Føroya í síðstu viku, kom fram, at føroyskir fyritíðarpensjónistar ikki kunnu flyta millum Føroyar og Danmark og samstundis varðveita sína fyritíðarpensjón. Hetta er ein stórur trupulleiki í sam­bandi við flytføri millum londini og ein stór markaforðing hjá fólki, ið av einari ella aðari orsøk skulu flyta millum londini.

Tá ein føroyingur flytur til Danmarkar, er tað ikki ein sjálvsagdur rættur at fáa sína fyritíðarpensjón, og skal viðkomandi tí søkja av nýggjum. Sama er ikki galdandi, um viðkomandi skal flyta til eitt nú Svøríki ella Norra, tí hetta er tryggjað í Norðurlendsk­ari avtalu. Tað kann tí tykjast margháttligt, at trupulleikarnir eru størstir innan londini í Ríkisfelagsskapinum.

Orsøkin skal finnast í tí, at meðan vit í Føroyum hava 3 stig av fyritíðarpensjón, lægstu-, miðal- og hægstu fyritíðarpensjón, hava danir broytt sína skipan kollveltandi. Danir hava nú bert eitt stig av fyritíðarpensjón. Harumframt hava danir hert møgu­leik­arnar fyri at fáa tillutað fyritíðarpensjón munandi. Hetta ger tað trupult hjá føroyingum at flyta beinleiðis yvir í eina danska skipan.

Ì august mánaði í 2014 hevði undirritaða, sum tá var landsstýriskvinna í almanna­málum, fund við danska starvsbróður sín, Manu Sareen í Keypmannahavn. Endamálið við fundinum var at beina burtur allar markaforðingar á sosiala økinum, herundir serliga forðingarnar hjá fyritíðarpensjónistunum. Niðurstøðan á fundinum var, at beinast skuldi burtur allar markaforðingar á sosiala økinum, herundir forðingarnar hjá fyritíðarpensjónistunum. Arbeiðsbólkur varð settur, umboðandi bæði føroyskar og danskar myndugleikar, sum skuldi standa fyri arbeiðinum, sum skuldi vera liðugt í seinasta lagi á heysti 2015. Tað er nakað, sum bendir á, at hetta arbeiðið ikki er liðugt enn, og tí verður hesin spurningurin settur landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Á Løgtingi, 17. februar 2016

Annika Olsen