Elsebeth spyr um tunlarnar Norður um Fjall

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sent skrivligan fyrispurning til landstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, um tunlarnar norður um fjall.

1: Hevur landstýrismaðurin fingið svar frá avvarðandi myndugleikum, byggifyritøkum, ráðgevarum, hvørt tað er bíligari at víðka verandi tunlar Norður um Fjall sammett við at gera nýggjar – hetta við atliti til at gera tað fíggjarliga møguligt at fara fyrr í gongd ?

2: Hvussu gongur við kanningunum hjá Landsverk at kanna nærri kostnaðin av at víðka verandi tunlar, samanborið við at gera nýggjar ?

Tann 24. Sept. 2014 setti undirritaða fyrispurning til landstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen um tunlarnar Norður um Fjall.
Fyrispurningurin snúði seg fyrst og fremst um at fáa kanna, hvussu nógv bíligari tað var at breiðka og hækka verandi tunlar sammet við at gera nýggjar.

Rættarnevndin var í Sveis í juni mánaða 2013 við tí fyri eyga at kunna okkum um tunnilsgerð har. Vit spurdu um møguleikar at hækka og breiðka tunlar ístaðin fyri at gera nýggjar. Har varð upplýst, at tað var bíligari at hækka og breiðka tunlar samanborið við at gera nýggjar. Tað vóru tó ymisk viðurskiftir í hvørjum einstøkum føri, sum høvdu ávirkan á hetta m.a. hvussu nógvar tímar teir sluppu at arbeiða um døgnið. Samanumtikið var tað bíligari at víðka tunlar heldur enn at gera nýggjar.
Í sínum svari sigur landsstýrismaðurin m.a., at hann í næstum fór at kanna nærri, hvørjar royndir myndugleikar og byggifyritøkur høvdu aðrastaðni við umvæling av tunlum og kostnaðin av at dagføra og víðka verandi tunlar, heldur enn at gera nýggjar. Endamálið við hesum var at finna bíligari loysnir fyri tunnilsgerð, sum kunnu leggjast til politiska støðutakan.
Tørvurin á nýggjum ella dupultsporaðum tunlum hevur ongantíð verið størri enn hann er nú. Tað er sera nógvur aktivitetur Norðanfyri Fjall. Bakkafrost hevur sera stórt virksemi bæði í Árnafirði, Norðtoftum, Hvannasundi og á Viðareiði.

Ferðavinnan í Føroyum økist støðugt og stóru ferðamannabussarnir passa ikki ígjøgnum tunlarnar, og avmarkar hetta møguleikarnar í ferðamannavinnuni. Økið Norðanfyri Fjall hevur nógv at bjóða uppá í ferðavinnuhøpi. Vit hava tosað um at menna Føroyar sum ferðamannaland í nógv ár nú, men status er, at stóru ferðamannabussarnir passa ikki ígjøgnum tunlarnar Norður um Fjall.
Vit gleðast øll um at fáa dupultsporaðan tunnil til Viðareiðis. Hetta er eitt stórt frambrot, sum vit øll gleðast um. Verandi tunlar Norður um Fjall koma tí at verða ein stórur fløskuhálsur, sum ongantíð áður.
Nógv vilja sjálvandi siga, at tunlarnir Norður um Fjall skuldu verið gjørdir áðrenn tunnilin til Viðareiðis. Eri samd við teimum, men Viðareiðistunnilin var tað sum politisk semja fekst um.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
løgtingslimur.