Borgarliga samgongan hevur nátt úrslitum

Tað er eingin ivi um, at sitandi samgonga hevur vent gongdini í føroyska samfelagnum til tað betra seinastu fýra árini. Sum limur í fíggjarnevndini havi eg havt beinleiðis ávirkan á gongdina, og nú tá úrslitið er greitt, kunnu vit ikki annað enn fegnast

Nú valskeiðið er runnið, er tíðin eisini komin at gera upp, hvussu tað hevur hilnast hjá samgonguni hesi seinastu fýra árini síðan 2011.

Eftir løgtingsvalið í 2011 var okkum greitt, at okkurt mátti gerast við skattastigan. Tí samtyktu vit flatskattin, ið hevur givið øllum føroyingum ein skattalætta, soleiðis at tað aftur loysir seg at arbeiða. Hetta fegnist eg um í dag. Tað var alneyðugt at broyta skattaskipanina, og vit eiga framhaldandi at fremja skattalættar hjá tí vanliga fólkinum í Føroyum.

Eisini settu vit okkum fyri, at hallið á fíggjarlógini mátti skerjast og tálmast. Hetta hevur verið eitt tungt tak, men saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum hevur fíggjarnevndin fingið bilbukt við hesum trupulleika. Hetta hevur eydnast væl, og næsta ár verður yvirskot á fíggjarlógini, um komandi samgonga væl at merkja dugir at húsast við landsins inntøku. Vit hava fingið tamarhald á útreiðslunum og samstundis hava vit skapt búskaparvøkstur, sum aftur gevur landskassanum fleiri inntøkur.

Tá hallið var størst táttaði tað í 700 milliónir, men nú hava vit vent hesi vandamiklu gongd. Komandi samgonga kemur til skorðin klæðir, tí búskaparliga rákið er vent.

Eisini hevur sitandi samgonga samtykt greiðari skattareglur fyri føroyingar, ið arbeiða uttanlands. Hetta hevur m.a. betrað um viðurskiftini hjá útisiglarum.

Einki er komið av sær sjálvum, og nøkur viðurskifti hava verið til vildar hesi árini. Til dømis hevur alivinnan havt vind í seglunum, og tað hevur bøtt um landsbúskapin. Hinvegin gekk hetta landsstýrið sjálvt á odda, tá ið nýggj fiskirættindi skuldu vinnast Føroyum. Makrelstríðið var hart, men vit hava vunnið ovurstór virðir til landið, og tað hevur eisini verið við til at venda búskaparligu gongdini í samfelagnum.

Sitandi samgonga hevur eisini lagt eldraøki út til kommunurnar at umsita, eftir at hetta økið hevur verið ein kastibløka millum land og kommunur seinastu mongu árini. Tøkk fái landsstýriskvinnan í almannamálum fyri tað.

Skálafjarðartunnilin og sandoyartunnilin eru samtyktir, og skjótt fara borimaskinurnar í gongd at bora hol millum Skálafjørðin og Havnina. Hetta fer at hava alstóran týdning fyri Skálafjørðin, Norðoyggjar og allar Føroyar.

Harumframt hevur sitandi samgonga framt munandi útbyggingar av miðnámsskúlunum kring landið til frama fyri okkara ungdóm, ið nemur sær útbúgving. Hetta vísir, at hóast vit hava tálmað útreiðslunum, hevur rúm verið fyri størri íløgum í skúlar og tunlar.

Enn eru fleiri mál, sum ikki eru framd, og tí er neyðugt áhaldandi at fremja borgarligu hugsjónina í Føroyum. Vónandi er Fólkaflokkurin við í komandi samgongu, soleiðis at vit kunnu tryggja, at búskaparliga framgongdin heldur fram.

Tað hevur verið ein stór fragd at havt sæti í fíggjarnevndini hesi seinastu fýra árini, har vit hava framt umfatandi broytingar, sum hava borið ávøkst. Vit hava fingið vøkstur aftur í samfelagið, og tamarhald er fingið á útreiðslunum.

Rodmundur Nielsen, limur í fíggjarnevndini