Arbeiðspláss í Føroyum - Nei til limaskap í ES - Ja til fríhandil.

Føroyingar eiga at kunna útflyta víðarivirkaðar fiskavørur, uttan at hetta skal kostað okkum heili 20 prosent í eykatolli/revsitolli.

Feskasta dømi er p/f Christian í Grótinum.

Teir vórðu noyddir til at fara heilt til Týsklands at framleiða sild og makrel í dós, tí tað lat seg ikki gera í Føroyum vegna tollforðingar.

Hetta er jú heilt burturvið. Vit mistu við hesum fleiri uppløgd arbeiðspláss og inntøkur. Her liggja fleiri ótroyttir framtíðarmøguleikar og bíða . Ein loysn má og skal finnast á hesum sum skjótast.

Vit skulu skapa fleiri arbeiðspláss í Føroyum til føroyingar og øll onnur, sum hava valt at búsetast her.

Tað kann ikki vera meiningin at vit skulu verða noydd til at útflyta arbeiðspláss hjá okkara høvuðsvinnu vegna tollforðingar.

Arbeiðsplássini í okkara høvuðsvinnu skulu í mestan mun verða í Føroyum.

Hetta er veruliga nakað, sum tað skal arbeiðast við. Her er fólkatingspallurin eitt upplagt høvi at føra hesi sjónarmið fram.

 
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Valevni til fólkatingið