Annika Olsen spyr um føroyska leiklutin í altjóða veðurlagsavtaluni

Nr. 57/2015

Annika Olsen
løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um nýggju altjóða veðurlagsavtaluna, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvat hevur landsstýrið gjørt til tess at sjónliggera Føroyar í altjóða veðurlagsavtaluni?

2. Verða Føroyar ein partur av nýggja veðurlagssáttmálanum?

3. Um ja, verða Føroyar nevndar sjálvstøðugt, ella verða Føroyar ein partur av danska byrðubýtinum?

Viðmerkingar

Fyri jól gjørdist greitt, at semja loksins varð um ein nýggjan veðurlagssáttmála, og fyrr í ár savnaðust 171 lond í New York fyri at undirrita ta nýggju veðurlagssavtaluna. Enn hava vit tó einki frætt frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, hvørt Føroyar gerast ein sjónligur partur av avtaluni, ella um vit mugu lata okkum lynda at vera ein partur av danska byrðubýtinum.

Í 2009 samtykti eitt einmælt Løgting, Veðurlagspolitikk Føroya, har málið var 20% niðurskurður av veðurlagsgassum í mun til útlátið í 2005. Hesin politikkur, sum allir flokkar á tingi stóðu saman um, og sum hevði breiðan stuðul frá eitt nú SEV, RØKT og Føroya Arbeiðsgevarafelag, var ein stór styrki hjá føroyska landsstýrinum undir samráðingunum í Keypmannahavn, COP 15, í 2009 um veðurlagsráð.

Drúgvar samráðingar um at fáa Føroyar positivt nevndar í avtaluni vóru bæði áðrenn og undir sjálvari ráðstevnuni. Hóast Føroyar sum lítil tjóð neyvan megnaði at gera tey stóru inntrivini í niðurskurðinum av veðurlagsgassum, so var breið semja í Løgtinginum um, at vit áttu at senda umheiminum greið boð um, hvar vit stóðu, og at vit eisini tóku umhvørvið í álvara. Hóast eingin avtala spurdist burtur úr veðurlagsráðstevnuni í 2009, fingu Føroyar tað burturúr, at okkara veðurlagsmál og veðurlagspolitikkur vórðu nevnd sjálvstøðugt í yvirlitinum hjá ST- klima­panel­inum, UNFCCC, og ikki sum ein fjaldur partur av Danmark og harvið EU.

Tað undrar, at nú nýggja veðurlagssemjan er undirritað í New York, hava vit einki frætt frá lands­stýrismanninum í uttanríkismálum um støðu Føroya. Somuleiðis er tað undrunarvert, at tað herfyri bórust tíðindi í miðlunum um, at tað skuldi gerast eitt innanhýsis byrðubýti millum Danmark og Føroyar, og síðani sendir Danmark vegna Føroyar veðurlagsmálini til klimapanelið hjá ST. Um hetta verður veruleiki, er talan um eitt stórt afturstig fyri Føroyar á altjóða umhvørvis- og veður­lagssøkinum.

Um vit veruliga meina, at Føroyar skal gerast miðdepil í Arktis, so má fyrsta stigið verða, at vit gerast sjónlig í altjóða høpi. Serliga hevur hetta týdning á veðurlagsøkinum, tí tað eru veðurlags­broytingarnar, sum gera arktiska økið áhugavert millum heimsins tjóðir. Tí er tað okkara skylda at gera tað, vit eru ment, at sjónliggera Føroyar í nýggju veðurlagsavtaluni og ikki lata okkum lynda við at gerast partur av danska byrðubýtinum. Fyri jól vóru somu spurningar settir landsstýris­manninum í veðurlagsmálum. Landsstýrismaðurin vísti tá á, at tað var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, ið hevði ábyrgd av altjóða sáttmálum, og tí verða hesir spurningar settir honum.

Á Løgtingi, 31. mai 2016

Annika Olsen