Annika Olsen spyr Sirið Stenberg um Demensætlanina

Løgtingsmál nr. S-2/2016: Viðvíkjandi demensætlanini

1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um, at seta ”Demensætlanina” í verk og um ja, nær?

2. Hvat er úrslitið av teimum 250 tús kr, sum Løgtingið samtykti til demensætlanina í 2016?

3. Verður neyðugur peningur settur av til Demensætlanina á fíggjarlógini fyri 2017?

Viðmerkingar

Sambært hagfrøðingum fara vit at síggja stórar broytingar í fólkasamansetingini í Føroyum komandi árini. Demografiskar framskrivingar vísa, at býtið millum fólk í arbeiðsførum aldri og talið av fólkapenjónistum fer at skeiklast munandi. Meðan tað í dag eru 4 fólk í arbeiðsførum aldri í mun til hvønn pensjónist, verða tað í 2040, 2 fólk í arbeiðsførum aldri í mun til hvønn pensjónist.

Hetta merkir samstundis, at talið av fólkum við kroniskum sjúkum væntandi eisini fer at økjast komandi árini. Vit hava tíverri ongi nøktandi hagtøl, hvat viðvíkur fólkum við demenssjúkum í Føroyum, men samanbera vit okkum við grannalondini, so verður leysliga mett, at eini 800 føroyingar liva við demenssjúku í Føroyum í dag. Mett verður, at hetta talið fer at tvífaldast upp í 1600 í 2040.

Tá sjúkan demens rakar, er tað ikki bert tann einstaki borgarin, ið verður raktur av sjúkuni. Øll familjan, hjúnarfelagi, børn og onnur í nærumhvørvinum verða eisini ávirkaði av, at ein teirra gerst sjúkur/sjúk. Tí er tað umráðandi, at hond verður tikin um bæði tann einstaka og alla familjuna, ið verður rakt av demenssjúku.

Í 2012 fingu landsstýrisfólkini í ávikavist í heilsumálum, Karsten Hansen og landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen álit handað, ið hevði heitið ”Gloymsk, men ikki gloymd”. Úrslitið av hesum áliti varð, at landsstýrisfólkini bæði tóku stig til, at ein samskipað demensætlan skuldi gerast fyri Føroyar. Ein arbeiðsbólkur varð settur, og á stórari ráðstevnu í 2015 fingu hesi somu landsstýrisfólk endaliga úrslitið handað; eina demensætlan um, hvussu vit kunnu gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Heitið á demensætlanini er ”Eitt demensvinarligt samfelag – gloymsk men ikki gloymd”. Í demensætlanini eru 14 ítøkilig tilmæli til politiska myndugleikan at taka støðu til.

Tilmælini kosta á leið 3 mió. kr. árliga, men taka vit íløgurnar við, so sum dagtilhald og heim fyri minnisveik, so er talan um eina upphædd, ið liggur væl hægri. Álitið við tilmælum og kostnaðarætlan er at finna á heimasíðuni hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, www.himr.fo.

Í samband við fíggjarlógina fyri 2016 stóðst mikil orðadráttur í Løgtinginum um hetta málið, tí sitandi landsstýrið hevði ikki sett nakra upphædd av til demensætlanina. Úrslitið av hesum orðadrátti varð, at broytingaruppskot varð lagt fram, og Løgtingið samtykti at seta 250 tús. kr. av til endamálið. Hendan upphædd er alt ov lítil til at implementera alla demensætlanina. Sambært fíggjarlógartekstinum røkka hesar 250 tús. kr. bert til at lýsa, hvussu demensøkið eigur at skipast í framtíðini.

Á ólavsøku legði løgmaður frágreiðing fyri Løgtingið, sum nú hevur verið til orðaskiftis. Tíverri er ikki eitt orð nevnt um demensøkið í ólavsøkurøðu løgmans. Hetta kann tykjast ørkymlandi, og tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í heilsumálum.

Á Løgtingi, 8. august 2016

Annika Olsen