Andstøðan: Broytingarnar skulu út til fólkaatkvøðu

- Vit halda at hetta er eitt so stórt mál, at tað eigur at fara út til fólkaatkvøðu, segði Jógvan á Lakjuni við útvarpið klokkan 18 í kvøld.

- Uppskotið verður ikki akkurát tað sama, sum tað hjá Heðini Mortensen. Tað sum vit leggja upp til er, at fólkaatkvøða verður áðrenn málið verður sett í gildi, tað vil siga ikki fyrr enn alt er avgreitt so Føroya fólk veit, hvat tey skulu atkvøða um.

Jógvan á Lakjuni vísti á í samrøðuni, at fólk eru sera ørkymlað av tí sum gongur fyri seg í løtuni, tí er týðandi at fólk vita neyvt, hvat tey skulu taka støðu til.

- At grípa inn í hjúnarbandið er ein sera prinsippiellur spurningur, sum hevur fleiri aðrar fylgjur við sær, og tí er týðandi at alt hetta verður lýst.

- Málið er nú vorðið ein samgonguspurningur, sjálvt um hetta ikki er ein samgonguspurningur.

Jógvan á Lakjuni nevndi í samrøðuni við Útvarpið, at fyri nøkrum árum síðani løgdu Høgni Hoydal og Gunvør Balle eitt uppskot fram um at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at ein minnilutaverja skuldi koma inn.

- Undir tí orðaskiftinum tá, segði Høgni Hoydal hetta her, og eg siteri:

.... Tí fari eg at nýta høvið til at staðfesta nøkur ting vegna Tjóðveldi. Og eg fari at siga tað, harra formaður, at eg kann lova vegna Tjóðveldi, at tá ið vit taka við leiðslu landsins, so fara vit ongantíð at blokkera fyri viðgerðum av andstøðuuppskotum, aldrin! Tey skulu altíð fáa viðgerð, innkallingar og tað, sum hoyrir til. Vit fara at taka støðu til tey, og eru tey skilagóð, fara vit eisini at samtykkja tey.

- Tað kann eg lova!

- Eg kann eisini lova tað, at uttan mun til, um tað verða samtyktar broytingar, og vit fáa samtykt stjórnarskipanina ella grundlógina, sum vit sjálvandi ætla, tá ið vit taka við leiðslu landsins. Men uttan mun til um tað er, tí tað kann taka sína tíð, so fara vit eisini at lova, at ein triðingur av løgtingsfólki, ein triðingur av løgtingsfólki, skal, um tey ynskja tað, fáa mál til fólkaatkvøðu, um tey halda tað vera so mikið týdningarmikið.

- Tað vil siga, at vit kunnu longu beinanvegin, tá ið vit taka við leiðsluni, fara at virka eftir teimum uppskotunum, sum her eru ....

Jógvan á Lakjuni vísti á, at nú situr Høgni Hoydal við landsins leiðslu, hann er varaløgmaður, og hann hevur sagt hetta á tingi fyri tveimum árum síðani, og eg gangi út frá, at hann fer at halda orð, segði Jógvan.

Spurdur, um hann heldur, at Tjóðveldi fer at atkvøða fyri, svarar Jógvan á Lakjuini, at um nakað trúvirði skal vera í tí sum verður sagt, so er hetta so greitt.

- Um hann ikki heldur orð, so er einki eftir at hava nakað trúvirði í, haldi eg, segði Jógvan á Lakjuni.

GG: Greinin er upprunaliga á vp.fo