Ætlanir um at niðurleggja vælvirkandi bróstkrabbatoymið?

Skrivligur fyrispurningur til Sirið Stenberg eftir § 52 í tingskipanini viðvíkjandi bróstkrabbatoyminum á landssjúkrahúsinum


1. Eru ætlanir at niðurleggja vælvirkandi bróstkrabbatoymið á LS?

2. Er ætlanin at avtaka møguleikan hjá føroyskum kvinnum at fáa viðgerð fyri bróstkrabba í Íslandi?


Viðmerkingar

Tað hevur ljóðað, at vælvirkandi bróstkrabbatoymið á Landssjúkrahúsinum skal niðurleggjast nú broytingar verða gjørdar innan mammugrafiscreeningina á Landssjúkrahúsinum. Mammografitoymið við røntgenlækna og skurðlækna hevur í mong ár tikið sær fyrimyndarliga væl av føroyskum bróstkrabbasjúklingum. Hetta toymið hevur virkað sera væl, og kvinnur ið eru raktar av ræðuligu sjúkuni, brótkrabba, hava latið væl at hesum toymi, sum hevur loftað og hjálpt teimum, tá ið harðast leikaði á. Toymið hevur tikið sær av mammografi, biopsi, diagnostisering, skurðviðgerð og screening. Hetta toymið hevur sostatt uppbygt sær holla vitan ígjøgnum fleiri ár og hevur serkunnleika innan bróstkrabbaøkið. Biðitíðin hevur verið lítil til at fáa skjóta viðgerð og starvsfólk hava fylgt væl við gongdini eftir, at sjúkan hevur verið staðfest. Hendan skjóta og góða viðgerð hevur gjørt, at úrslitini fyri leking hava verið ómetaliga góð. Mangar føroyskar kvinnur hava fingið viðgerð í Íslandi við sera góðum royndum og lata hesar væl at góðari og skjótari viðgerð. Nú broytingar skulu gerast á mammografiøkinum hevur ljóðað, at tilboðið føroyskar kvinnur hava havt um viðgerð í Íslandi, verður niðurlagt til frama fyri viðgerð í Danmark, og at vælvirkandi bróstkrabbatoymið verður niðurlagt. Hetta má ikki gerast veruleiki, og tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg


Á Løgtingi hin 12/9- 2016

Annika Olsen, tingkvinna