Morgunsangur skal verða kravdur í skúlanum

Allir fólkaskúlar kring landið skulu hava morgunsang um morgunin.

Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta í fólkaskúlalógina, at morgunsangur skal vera kravdur í øllum fólkaskúlum.

–At varðveita mentanararv okkara er ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum, sigur Jógvan á Lakjuni. Og hann sigur, at ein partur av mentanararvinum er sangskatturin.

– Tað er sera umráðandi, at tað verður sungið við børnum í skúlanum, so sangir og sálmar kunnu verða lærdir til lítar, sigur hann.

Tað er í mongum førum soleiðis, at tað var í skúlanum, tú lærdi barnasangirnar, fosturlandssangirnar, sálmarnar og kvæðini, sum tú dugir uttanat sum vaksin. Tíverri vísir tað seg, at ungfólk nú á døgum ikki hava so lætt við at syngja vanligar føroyskar fosturlandssangir.

– Her er farin ein broyting fram til tað verra, og ein orsøk er ivaleyst, at ov lítið verður gjørt við hetta í skúlunum, samstundis sum minni verður sungið heima.

Jógvan á Lakjuni sigur, at alt eigur at verða gjørt fyri at varðveita henda týðandi mentanararv okkara, og tí eigur at verða álagt skúlunum at læra børn og ung vanligar føroyskar barnasangir, fosturlandssangir og sálmar.

Hann hevur frætt, at onkrir skúlar gera minni við morgunsang enn fyrr og tað heldur hann er ein stórur missur og tí eigur at verða beinleiðis sett í lógina, at allir fólkaskúlar skulu hava morgunsang við øllum børnum í skúlanum.

Greinin er upprunaliga á in.fo