Minningarorð: Demmus Hentze, løgtings- og landstýrismaður, farin

Ein av fyrstu døgunum í nýggja árinum frættust deyðsboðini av Demmusi Hentze, landsrættarsakførara og fyrrv. landstýris- og tingmanni. Demmus rakk so høgum aldri sum 92 árum, og tað er teimum fæstu av okkum lagað, so tærið í honum man hava verið gott.

Demmus var ættaður úr Uttastovu í Trøðum heiman av Sandi, sonur Johan Petur Hentze kongsbónda og Sunnevu, f. Clementsen, av Granda í Húsavík, tann sjeyndi av íalt nýggju systkjum. Í politiskum høpi tók hann onkuntíð skemtandi til, at sum eitt av yngstu systkjum í einum familjuyrki, har tann elsti tók við festinum, var hann sjálvur føddur ’fæloysingur’ og mátti tí leita sær aðra lívsleið enn landbúnað.

Demmus varð borin í heim í 1923, og hann var somikið næmur í barnaskúlanum, at hann 14 ára gamal fór norður til Havnar í Preliminerskúlan, haðani hann stóð so gott prógv í 1940, at hann helt fram á tí tá nýstovnaða Føroya Studentaskeiði. Her hann tók prógv í 1942.

Sostatt var hesin gløggi heimasandsdrongurin ein av teimum fáu ímillum okkara, sum í smálutum kundu greiða frá teimum dramatisku døgunum í Føroya søgu, tá bretska flotamálaráðið í London álegði donsku myndugleikunum í Havn, at bert Merkið eftir 25. apríl var altjóða viðurkent sum tjóðarflagg føroyinga. Demmus var við til fólkafundirnar undir Tinghúsinum, úti í Rættará undir húsinum hjá bretska konsulinum, og framman fyri Amtmansborgini hjá tí almáttuga C.A. Hilbert, har Merkið var borið fram sum eitt fólkakrav.

Tá so boðini komu úr London flaggdagskvøldið í 1940, endaðu studentarnir skrúðgonguna uttan fyri húsini hjá Hans Andriasi Djurhuus við at syngja flaggsangin, Sjá tú blánar.

Kríggið gjørdi, at føroyingar sluppu ikki uttanlands at nema hægri lesnað uttan onkur hendingi, sum fór til Íslands. Men í 1945 loysnaði, og Demmus fór til Danmarkar at lesa løgfrøði. Í Havn hitti hann Helenu, f. Debes, ættað úr Kollafirði, dóttur Sámal Debes av Bakka (í Havn) og Onnu Djurhuus úr Kollafirði. Hann giftist við Helenu á Sandi eftir kríggið. Tey fingu tær tríggjar døturnar, Turið, sum eisini er løgfrøðingur og hevur starvast saman við pápanum og seinni yvirtikið praksis hjá honum, Bergljót, ið er tíðindakvinna í KvF, og Onnu, sum er sálarfrøðingur.

Afturkomin til Føroya sum Cand. Jur. starvaðist Demmus sum partnari á advokatskrivstovuni saman við Leivi Lutzen. Har var hann, til hann tók við sum landstýrismaður fyrst í 1975. Aftaná 6 ár í Tinganesi fór Demmus undir tað seinasta leggið av síni drúgvu og fjølbroyttu yrkisleið, tá hann í 1981 stovnaði sítt egna advokatvirki saman við elstu dóttrini Turið, sum tá hevði lokið løgfrøðiligt embætisprógv.

Tilkomnir føroyingar minnast helst Demmus Hentze best sum politikara. Tað er ikki frítt, at politikkur var honum í holdið borið. Langabbin, Jóan Petur Hentze sat á løgtingi í 20 ár. Sama gjørdi abbin, Jóhan M. Hentze, sum fylgdi pápanum eftir, á tingi umboðandi Sandoyar valdømi í onnur 20 ár. Báðir lógu á tí, vit í dag kalla tí frílynta sjálvstýrisveinginum í føroyskum politikki.

Sandoyar valdømi var hitt minsta í landinum, og eftir heimastýrislógina stríddust teir tríggir, Fólkaflokkurin, Javnaðurin og Tjóðveldi um teir báðar tingsessirnar í oynni. Ofta vóru bert fáar atkvøður á muni millum hesar flokkar. Valevni Tjóðveldisfloksins, Erlendur Patursson vann tingsessin frá Fólkafloksins tingmanni, Antinis Sørensen (undir Leitinum) í Húsavík til valið í 1954.

Í 1962 bóðu fólkafloksmenn á Sandi sín oyggjarfelaga, um at stilla upp til løgtingið fyri Sandoyar valdømi. Demmus ivaðist, helst tí hann tá búði og arbeiddi sum løgfrøðingur í Havn. Tó játtaði hann eftir umhugsan, men gjørdist ov stuttur til at vinna Fólkaflokkinum tingsessin aftur. Til valið eftir, í 1966 eydnaðist Demmusi at vinna annan tingsessin í Sandoy aftur frá Tjóðveldi. Hin tingmaðurin varð javnaðarmaðurin, Tórálvur Mohr Olsen.

Tá Fólkaflokkurin í januar 1975 skipaði samgongu saman við Tjóðveldis- og Javnaðarflokkinum undir leiðslu av Atla P. Dam løgmanni, varð Demmus biðin um at taka annan landstýrissessin, sum Fólkaflokkinum varð tillutaður. Dánjal Pauli í Búðini var hin landstýrismaður Fólkafloksins. Tað hendi aftur í januar 1979, tá henda fjølmenta samgongan við somu trimum flokkunum helt fram.

Sostatt varð Demmusi Hentze lagað at sita við ábyrgd av landsins fíggjarmálum í 6 ár, til eftir valið í 1980. Tey vóru buldralig búskaparliga, mest tí at tvær oljukreppur raktu Vesturheimin við fleirfaldaðum oljuprísum, og tí at fiskimørkini í Norðuratlantshavi vórðu flutt út á 200 fjórðingar í 1977, so øll fiskivinna Føroya mátti verða umløgd frá nærum fríum fiskiskapi allastaðni til Føroya-leiðirnar og so fiskiveiðisáttmálar við okkara grannalond.

Hesar risa avbjóðingarnar settu tilsvarandi stór krøv til Landstýri og Løgting, og Demmusar partur á landskassanum, við Hákuni Djurhuus sum formanni í Løgtingsins fíggjarnevnd, lá ikki eftir.

Sum sagt, fór Demmus líka ágrýtin aftur til sína privatu yrkisleið sum landsrættarsakførari, eftir lokna politiska tænastu. Hann røkti sítt advokatvirksemi til ellisár. 1981 kann tykjast mongum at vera langt síðan, og tað er løgið at hugsa sær, at Demmus longu tá fór at nærkast teimum seksti, og at hann hevur gingið sum klokkan at kalla líka síðan.

Umframt yrki hansara sum løgfrøðingur og politikari hevði Demmus eina ørgrynnu av álitisstørvum í nevndum og ráðum, sum fólk, fyritøkur og stovnar litu honum upp í hendi. Eisini var hann brasilskur konsul líka til síðsta dag.

Um lyndiseyðkenni Demmusar er stutt at siga, at hann var nærlagdur og formliga rættur í tí, hann tókst við. Tað er ein neyðugur eginleiki hjá einum løgfrøðingi og hentur fyrimunur hjá einum løgtings- og landsstýrismanni. Sum sandoyingur hevði Demmus tann førning heimanífrá, at hann var framúr góður eygleiðari og dugdi væl at taka til orðanna. Hann kundi vera speiskur, og var eisini snarsintur. Tað besta við Demmusi var tó hansara framúr sansur fyri tí skemtiliga. Tað var altíð stuttligt at práta við hann, dámligur og fryntligur, sum hann var.

Altíð var hann til reiðar at geva okkum yngru góð ráð, og fingu vit eisini at vita, um okkurt var, ið hann helt minni um. Vit, sum ikki sluppu at sita á tingi saman við honum, upplivdu hann kortini til landsfundir. Hóast hann ikki var nakar kropsliga stórur maður, so føldist í fjøldini, at her var ein stórur maður, sum hevði orðið. Vit hittust soleingi, sum heilsan loyvdi honum at vera við. Tað var altíð ein serlig løta at fáa eitt prát við hann. Saknur verður í honum.

Fari við hesum at lýsa frið yvir minnið um Demmus Hentze.

Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins