Lærarar og námsfrøðingar bara fáa og missa einki

Fakfeløgini yvirtulka og misskilja. Uppskotið gevur bert enn ein møguleika, nevniliga at abeiða eftir 67 ár, tó bara um viðkomandi ynskir tað. Pensjónsaldur verður framvegis 67 og pensjónir skulu ikki ávirkast yvirhøvur.

Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag geva ilt av sær í skrivið seinnapartin. Men hetta er ógrundað, tí uppskotið er ikki tað, tey leggja tað út til.

Uppskotið sigur: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at gera neyðugar lógarbroytingar sum tryggja, at lærarar og námsfrøðingar, sum eru settir sum tænastumenn, fáa møguleika, eins og aðrir tænastumenn, at arbeiða eftir at teir eru fyltir 67 ár, um teir hava ynski og orku til tess.“ .

Hetta er júst sami møguleiki, sum øll onnur í almennum starvi hava. Pensjónsaldurin verður óbroyttur, tvs framvegis 67 ár og pensjónsviðurskiftið skulu ikki broytast við hesum.

Sum eg skilji, hava áðurnevndu fakfeløg í 1992 fingið avtalu við landstýrið um at lærarar og pedagogar, sum eru tænastumenn, SKULU fara úr starvið, tá tey eru 67 ár, men fáa pensjón, sum um tey høvdu arbeitt til tey vóru 70 ár.

Hetta uppskot skal sjálvandi ikki broyta rættin í hesi í avtalu. Tvs. hóast hetta uppskot, so verður hesin rættur framvegis galdandi. Men uppskotið vil geva enn ein møguleika. Um lærari ella námfrøðingur ynskir at arbeiða eftir 67 ár, skulu tey fáa møguleikan til tað og ikki verða tvinga til hús.

Uppskotið her: http://logting.fo/files/casestate/16699/078.16%20U.t.s.%20laerarar%20og%20namsfrodingar.pdf

Jørgen Niclasen, Tingmaður