Klaksvíkar Havn í menning og árin av hesum

Nú útbygging av Norðhavnini óivað aftur verður raðfest høgt, sum uppskotið ið nýliga varð sent býráðnum leggur upp til, er umráðandi, at havnaøkið í kommununi verður betur skipað sum heild og eisini viðvíkjandi larmi og útláti. Greitt má vera, hvørjar treytir kommunan sjálv kann seta, og hvørjar treytir kommunan má ávirka landsmyndugleikarnar at arbeiða við og uppfylla.

Tað er at fegnast um, at karmarnir ígjøgnum árini hava staðið í menning og at virksemið er økt. Umframt tað góða, ið fylgir við økta virkseminum, upplivað vit eisini vansar, ið kommunan má og eigur at taka sær av. Í takt við økingina av ferðsluni, er bæði larmur og útlát økt. Tað er uppgávan hjá kommununi at upplýsa borgararnar um, hvørjar ætlanir eru í sambandi við tálman av hesum vansum, ið til tíðir er ov nógv.

Í summar vórðu mátingar av larmi frá Norðhavnini gjørdar, sum vístu 65 decibel uttandura og 45 dB innandura í íbúðarøkinum í Ánunum. Umhvørvisstovan hevur upplýst, at hægst loyvda mát er 45 dB um dagin og 35 dB eftir kl. 17, fyri mát gjørd uttandura í íbúðarøki. Hesi tøl eru ov høg og mugu tí tálmast.

Fari við hesum at spyrja Havna- og Vinnunevndina:

1. Hvørji krøv verða sett skipunum í sambandi við larm?

2. Hvørji krøv verða sett skipunum í sambandi við útlát?

3. Hvør er inntøkan (kr.) av fremmandum skipum ígjøgnum eitt ár?

4. Hvørjar ætlanir hevur nevndin/býráðið í sambandi við tálman av larmi og útláti?

Vil heita á Havna- og Vinnunevndina um at viðgera hetta skjótast tilber og svara aftur. Sum kunnugt er hetta eitt mál, ið órógvar nógv og hevur stóran mistrivna við sær.

Umráðandi er, tá ið kommunan ger útbyggingar, at vera uppá forkant og ikki í seinna enda hava torført við at liva upp til krøvini, tá ið útbyggingin er framd og gerandisdagurin byrjaður.

Vinarliga

Gunvá við Keldu
Býráðslimur