Kann alivinnan skapa burðardyggan vøkstur í Føroyum næstu 10 árini?

Hvussu kann alivinnan eisini komandi 10 árini vera ein týðandi trygd undir vælferðarsamfelagnum er spurningurin, fólkaflokkurin vil lýsa á almennum fundi, ið verður í Østrøm nú mánakvøldið 29. oktober kl. 20.00.

Tiltakið er ókeypis.

Les meira her:

Á fundinum verða framløgur og kjak. Fólkaflokkurin heldur, at neyðugt er, at vinnan fær tryggar karmar at virka undir, og at vinnan fær loyvi at hava yvirskot. Tá verða íløgur og nýhugsan framd. Tað er einasti vegur til vøkstur og vælferð.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, hevur framløgu undir heitinum,“Kann alivinnan skapa burðardyggan vøkstur í føroyska búskapinum næstu 10 árini”.Framtíðin er altíð avbjóðandi, og skal alivinnan í framtíðini eisini verða ein av týðandi trygdunum undir vælferðini, er neyðugt at geva vinnuni góðar og tryggar karmar.

Eftir aldarskiftið vóru avbjóðingarnar í alivinnuni stórar. Táverandi landsstýrimaður, Bjarni Djurholm, setti sær fyri at fáa lógir og kunngerðir gjørdar, so framtíðin kundi tryggjast. Bjarni Djurholm kemur at greiða frá hesi tilgongd, sum hevur víst seg at vera snúningsásin í alivinnuni og hevur ment seg til at vera størsta útflutningsvinnan í dag.

Sitandi samgonga hevur álagt eitt ótal av gjøldum á allar vinnugreinar seinnu árini. Nógv tey størstu gjøldini eru løgd á fiski- og alivinnuna. Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, fer at leggja fram um, at vælferðin bara kann minka, um vinnan ikki fær loyvi at tjena pengar.

Tað er einasti vegur til vøkstur og vælferð.

Tiltakið er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Havnar Framburðsfelag