Jørgen Niclasen: Bókhald og oyðsl

- Uppskotið um játtanarkarmar byggir á, at trøðini vaksa inn í himmalin og tey koyra útreiðslurnar sama veg.

- Smeiturin og upptakið verður øðiligt, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, í stuttari viðmerking til játtanarkarmarnar.

- Tað gongur sera væl í Føroyum og vit hava havt ovurstóran vøkstur síðan flatskattin og makrelstríðið.

- Men at rokna við 5% vøkstri hvørt ár langt fram í tíðina, er at halda, at trøðini vaksa inn í himmalin. Tað í sær sjálvum er ikki trupulleikin.

- Trupuleikin er, at reyða samgongan ætlar at koyra almenna raksturin sama veg.

- Útreiðsluvøksturin hjá hesi samgonguni hevur verið yvir 3% um árið og tað ætla tey at halda fram við næstu 5 árini. Óhoyrt høgur vøkstur í rakstrinum.

Hækkaður rakstur er sera trupul at fáa burtur aftur. Tí verður smeiturin øðiligur, tá tað fer at ganga ímóti og ruddast skal upp, sigur Jørgen Niclasen.


Greinin er upprunaliga á vp.fo