Joan Neshamar stillar upp til býráðsvalið í Havn

Havnar Framburðsfelag fer komandi dagarnar at kunngera valevnini hjá felagnum til býráðsvalið í Havn. 

Joan Neshamar stillaði upp á fyrsta sinni fyri Fólkaflokkin til seinasta løgtingsval. Nú bjóðar hon seg fram, sum valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn. Dagliga starvast Joan sum skúlaleiðari í Velbastaðar skúla. Skúlin er tískil eitt av hennara fremstu hjartamálum. Eisini eru eldraøkið, mentan og vinnulívið mál, sum liggja henni á hjarta. Fyri at tryggja borgarunum og vinnulívinum bestu karmar, ynskir Joan at fáa parkeringsviðurskiftini í býnum í rættlag sum skjótast.


Havnar Framburðsfelag