Javnaðarflokkurin og samstarv

Áhugavert at hoyra framløguna av valskránni hjá Javnaðarflokkinum í gjár, har løgmaður, Aksel V. Johannesen, klárt og týðiligt boðaði frá, at á Fólkatingi ætlaði Javnaðarflokkurin sær at samstarva við allar flokkar.


Journalistarnir í Kringvarpinum eru ongantíð kritiskir, tá teir tosa við løgmann.

Teir mestsum tosa honum eftir munninum, annars høvdu teir sjálvtsagt spurt, hvussu tað ber til, at tann “rúmligi” løgmaðurin kann samstarva við allar flokkar á Fólkatingi, men ikki kann samstarva við fólkafloksveljarar í Føroyum.

Besta aftursvarið til løgmann og Javnaðarflokkin er, at fólkafloksveljarar fara fjølmentir á val og velja Fólkaflokkin.

Jacob Vestergaard
valevni Fólkafloksins