Játtanin til Føroya symfoniorkestur tvífaldað

Ì fíggjarætlanini fyri 2021, sum varð løgd fram á býráðsfundi í gjár, er lagt upp fyri, at játtanin til symfoniorkestrið verður tvífaldað, úr 225 tús kr upp í 475 tús kr og vónandi kann henda játtanin hækka enn meiri komandi árini.

Symfoniorkestrið er landsliðið í tónleiki í Føroyum og tónleikararnir, sum ríka okkum við sínum listargávum, hava sanniliga uppiborið góðar sømdir.

Saman við Musikkskúlanum, sum stóð liðugur í fjør, hava vit tikið nøkur stór stig á tónleikaleiðini í Tórshavnar kommunu.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu