Jan Christiansen stillar upp til býráðsvalið í Havn

Jan Christiansen stillar upp til býráðsvalið í Havn fyri Havnar Framburðsfelag, lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn.

Jan er 58 ár og útbúgvin lærari. Jan er giftur við Elsu Mariu Bærentsen og hava tey tvær døtur, Katrina 25 ár og Minna Olivia 23 ár. Dagliga starvast Jan sum skúlastjóri.

Jan fer at arbeiða fyri at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, har mest fæst fyri hvørja skattakrónu, so kommunan tekur sum minst av borgarans peningi. Við skynsamari langtíðar fíggjarstýring, kann skattaprosentið aftur setast niður til 18,75 prosent, sum tað var tá Fólkaflokkurin ráddi fyri brgum í Tórshavnar Kommunu. Kommunan hevur yvirtikið eldraøkið, og er tað stórsta og mest umráðani mál at røkja. Vit hava tað gott í kommununi, men nógv gomul og teirra avvarandi eru í eini sera truplari støðu, og er okkara fremsta uppgáva at bera so í bandi, at lætta um hjá teimum. Heimahjálpartænastan skal styrkjast, so at tey gomlu øttaleys sum longst kunnu búgva í egnum heimi.

Havnar Framburðsfelag