Ver vælkomin á stongdar dyr!

Fyri trimum árum síðani gjørdi Alvi Mortensen, táverandi formaður í Vinnu- og havnanevndini hjá Tvøroyrar kommunu, vart við trupulleikan.

Hann varð sendur runt millum SSL og LV, og gjørdi ikki mætari enn at seta seg í samband við táverandi Samferðslumálaráðharra, Henrik Old, sum lovaði at fáa skil upp á støðuna.





Men enn er onki hent, uttan at týskarar hava sett egna farstøð upp.





Eg fari tí at heita á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, um at loysa okkum hendan trupulleikan sum skjótast, og vænti eg, at hann ger tað.





Tað kann ikki vera meiningin at vit í 2020 bjóða fólki vælkomnum á stongdar dyr.





Stjórin á SSL var úti nú ein dagin og segði, at fólk vórðu ov tíðliga til bátin, og hann ætlaði onki at gera við málið.





Tað kostaði at hava vaski- og vaktarfólk á farstøðini.





Vaskast skal, um opið er fýra ferðir 1 tíma, ella um opið er allar dagtímarnar, men er neyðugt við einum vaktarfólki?





Vit hava júst nú stýrt Føroyum burtur úr einari Corona kreppu við at geva fólki álit, hví skal tað ikki rigga suðuri á Krambatanga?






Jóhan Eli Poulsen


Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin