Uppskotið hjá Mercedes samtykt í løgtinginum


in.fo: Fólkaflokstingkvinnan Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, sum hevur til endamáls at skaffa fólki, sum hava hart fysiskt arbeiði, møguleikar at fáa pensjón áðrenn tey fylla 67 ár.





Málið hevur verið í trivnaðarnevndini. Ein samd trivnaðarnevnd tekur undir við tankunum í uppskotinum og mælir til at:





“Løgtingið heitir á landsstýrið í sambandi við tað arbeiði, sum í løtuni er í gongd við at tilevna nýggja pensjónsskipan, eisini at taka atlit at fólki, sum eru niðurslitin vegna kropsligt og/ella sálarliga slítandi arbeiði, og sum ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.“





Orðaskifti vísti, at fólk úr øllum flokkum eru samd um, at tey, sum hava hart fysiskt ella psykiskt arbeiði, kunnu fara frá við pensjón áðrenn tey fylla 67 ár.





Ella sum onkur tók til:





-Hvør sigur, at 67 ár er eitt mark. Vit eru ójøvn og summi kunnu arbeiða styttri - onnur longri.





Broytingaruppskotið frá trivnaðarnevndini var einmælt samtykt.

Greinin er upprunaliga at finna á in.fo