Um nú nýggjar øldir líða


Røðan, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, helt, tá ið hjúnabandslógin var til fyrstu viðgerð.



Vit viðgera í dag, so ótrúligt sum tað ljóðar, longu aftur eitt lógaruppskot um at broyta hjúnabandið, soleiðis at tað nú skal verða kynsneutralt.



Hetta má sigast at vera eitt sera álvarsligt mál – ja, eftir mínum tykki álvarsligasta mál, ið nakrantíð hevur verið á løgtingi.



Verður ein slík lóg samtykt, fær tað sera stórar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir. Og eg eri bangin fyri, at fólk ikki gera sær far um, hvussu álvarsligar avleiðingarnar verða.



Sum framsøgumaður fyri Fólkaflokkin fari eg fyrst at siga, at vit fara ikki at taka undir við uppskotunum, sum hava hetta kollveltandi endamálið: at umdefinera tann aldargamla stovnin – tað, sum vit í dag kalla hjúnaband, til ein kynsneutralan stovn!



Og hjúnaband kann hesin stovnur ikki eita frameftir. Tí, hvat er eitt hjúnaband? Tað er týdningarmikið, at vit fyrst tosa um tað. Sambært orðabókini merkir orðið, hjún: “maður og kona, ið eru gift” og orðið, hjúnalag, er: “løgfest samband millum mann og kvinnu”.



Síðani kann eg hugsa mær at spyrja: Hava vit mandat – hava vit loyvi at lóggeva soleiðis, at hjúnabandið verður umdefinerað? Hjúnabandið hevur altíð, til allar tíðir, í øllum mentanum allastaðni í verðini verið til sum stovnur millum bæði kyn – langt áðrenn lóggivið varð um tað!



Tað er nakað, sum eitur “hevd”. Hetta er eitt løgfrøðiligt hugtak – hevd er ein óskrivaður, góðkendur rættur, grundaður á gamalt brúk ella siðvenju – ein hevdvunnin rættur!



Her hava tveir menn einki at gera! Og her hava tvær kvinnur einki at gera!



Hvat byggja vit á?
Eg haldi, at tað ber ikki til at tosa um hjúnabandið uttan at tosa um okkara fundament sum samfelag, okkara mentanargrundarlag.



Okkara møður og fedrar, ommur og abbar, okkara langommur og langabbar, oldurommur og oldurabbar o.s.fr. – okkara fólk hevur verið fast ankrað í kristindóminum – ella í teimum kristnu virðunum – og hesum einfalda og tó djúpa, at ein hægri makt hevur sett okkum nøkur mørk.



Men í okkara sokallaðu frígeringartíð er hend ein ótrúlig sekularisering – ein verðslig¬gering. Nú er tað humanisman, sum er uppi í tíðini og hevur fingið fótafesti!



Hesin tíðarandin sigur, at menniskjað sjálvt skapar sínar normar. Einki pláss er fyri nøkrum givnum lívsreglum, og eingir normar eru, sum ikki kunnu broytast, soleiðis at aðrir koma í staðin, um tað er neyðugt, ella loysir seg betur. Og serliga í okkara tíð hevur gingið ómetaliga skjótt at slept og brotið niður mangar av teimum normunum, sum livdu í okkara fólki. Í humanismuni ger menniskjað seg sjálvt til miðdepil – eingin hægri autotitetur er til – nei, menniskjað sjálvt verður sentrum. – Okkurt er rætt fyri meg og eitt annað fyri teg!



Hetta er ómetaliga álvarsamt: at sleppa tí kristnu menniskjafatanini og fara at lóggeva "sosiologiskt", tí virðisnormar kunnu broytast dag frá degi!



Tað kristna grundsjónarmiðið sigur, at hvørki ein meiriluti og ei heldur nøkur yvirvøld kann hava absoluttan, og harvið óavmarkaðan myndugleika.



“Høgt er harraboð, men hægri er Guds boð”, sigur eitt gamalt føroyskt orðatak.



Tað er ein hægri myndugleiki, sum hevur ásett virðisnormarnar, og Hansara absoluttar eru bindandi bæði fyri tað vanliga menniskjað og sanniliga eisini fyri allar myndugleikapersónar.



Vit mugu ikki gera hetta – og eg vóni ikki, vit koma hagar, at vit beinleiðis fara at lóggeva ímóti teimum reglum, sum sjálvur Skaparin hevur sett.



Hugsi ofta um mangar av okkara kendastu høvundum og yrkjarum, hvussu teir í sínum bókmentum hava lýst trúnna uppá, týdningin av og respektina fyri Skaparanum og teimum kristnu mentanarvirðunum!



Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík er ein. Hann yrkti m.a. Brúðarvísuna, ið eisini er sera aktuel í hesum sambandi, og í sanginum, “Við kaspiska havið” sigur hann:

Lýða vit Gud og lóg og rætt,
og dyrka vit vísdóms anda,
tá birtist í Føroyum ljósari tíð
at skína frá strond til stranda,

Og mentamaðurin, Sverri Patursson, sigur í einari røðu: “Lívið hjá eini mannfjøld kann ikki verða trygt, uttan hon kennir í sær, at aftan fyri alt er ein stjórnandi høvuðsmegi. Og eitt fólk, sum ikki er lóglýðugt, smokkar skjótt moralskt niðurundir. Eitt mannfelag, sum ikki roynir at skilja millum, hvat ið er rætt, og hvat ið ikki er rætt, verður andliga brekað.”



Eg kundi nevnt so mangar aðrar, H. A. Djurhuus, Mikkjal á Ryggi, Símun av Skarði o.s.fr.



Ófullfíggjað uppskot
Men nú skal eg koma til sjálv uppskotini. Tey eru trý í tali.



Tað fyrsta, løgtingsmál nr. 19, gongur út uppá, at geva fólki av sama kyni loyvi at giftast, t.e. – so ótrúligt tað enn ljóðar – at maður nú skal kunna giftast manni, og at kvinna nú skal kunna giftast kvinnu.



Løgtingsmál nr. 20 gongur út uppá at víðka ásetingarnar í føroysku rættargangslógini um upploysn av hjúnalagi – ja(!) fyri at maður skal kunna skiljast frá manni og kvinna frá kvinnu!



Og í tí triðja uppskotinum, nr. 21, verður farið inn í lógina um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni, har skal verða ásett, at pør av sama kyni ikki sleppa í kirkjuna.



Tá ið vit so hyggja at hesum uppskotunum, so má eg siga – tá ið eg hugsi um viðmerkingar o.s.fr., at tey eru ómetaliga hjálparleys og ófullfíggjað. Her eru nakrar fáar sera grunnar og subjektivar viðmerkingar – eingin útgreining av nøkrum sum helst slag. Málini eru ikki so frægt sum send til hoyringar nakrastaðni, heldur ikki til kirkjuna (sjálvt um farið verður inn í eina kirkjulóg at broyta)!



Og tá ið tað kemur til at lýsa, hvørjar avleiðingar hetta álvarsmál fer at hava við sær, so stendur bara, at mett verður ikki, at uppskotið hevur nakrar serligar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær og heldur ikki nakrar avleiðingar fyri umhvørvið ella vinnuna. Men tað fer at hava positivar avleiðingar fyri samkynd.



Hetta var alt um avleiðingar! Og eg spyrji bara: Skal mann gráta ella grína? – Eftir mínum tykki ein niðurgering og vanvirðing av løgtinginum og Føroya fólki!



Tí um hesi uppskot verða samtykt, verður tað helst orsøk til størstu mentanarkollvelting nakrantíð í Føroya søgu. Verður hetta samtykt, so hava politikararnir verið orsøk til eina radikala umbroyting av samfelagsfatanini av familju, hjúnalagi og samlívi – grundkjarnuni í samfelagnum!!



Her verður opnað fyri nøkrum, sum eingin kennir avleiðingarnar av. Og uppskotssetararnir lýsa als ongar avleiðingar!



Eg má spyrja, sum eg sá, at onkur spurdi í einum innleggi: Hvørji verða langtíðar árinini, um eitt slíkt uppskot kemur ígjøgnum? Hvørja ávirkan hevur tað, tá vit eftir stuttari tíð og uttan støði í nøkrum vísindaligum samanhangi yvirhøvur ætla at gera eitt stórt og kollveltandi inntriv í tað, sum í øldir, ja, ártúsund, hevur verið grundsúlan í samfelagnum?



Hetta, haldi eg, at uppskotsetararnir við virðing fyri hesum háttvirda tingi áttu at roynt at lýst fyri okkum!



Tað eru so nógvir spurningar, sum áttu at verið viðgjørdir og svaraðir her, og eg fari at nevna nakrar av teimum.



Hvat er best fyri børnini?
Eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er besti karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. Júst tað, at maður og kona eru ólik, ger, at mamman og pápin eru teir týdningarmestu identifikatións-persónarnir og fyrimyndirnar hjá barninum. Tann, sum kennir eitt lítið sindur til barnasálarfrøði, veit, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri menningina av samleika og sjálvsmynd hjá einum barni.



So langt sum tað ber til, eiga tey biologisku foreldrini eisini at hava juridiska og sosiala ábyrgd av børnunum. Barnakonventiónin hjá ST sigur jú, at barnið skal, so langt sum til ber, hava rætt til at kenna síni foreldur og fáa umsorgan frá teimum (Artikkul 7.1)



Eg haldi ikki, at vit duga at ímynda okkum, hvørjar avleiðingar ein tulking av hjúnabandinum og ein lóg, sum opnar fyri, at ein mamma líka so gjarna kann vera ein maður, og at ein pápi kann býtast um við eina kvinnu, fer at hava á komandi ættarlið.



Eg fari at spyrja uppskotssetararnar, sum allar eru akademikarar: Hvørja ávirkan fer hetta at hava á børn? Hví er hetta ikki umtalað í uppskotunum? Hvar eru granskingarúrslit, tit kunnu vísa á?



Álvarsligar avleiðingar
Fáa vit hesa kynsneutralu hjúnabandslóg, mugu so lærubøkur, undirvísing og fyrimyndir í skúla og barnagørðum broytast? Fer tað ikki at vera ólógligt at taka ein hjúnalagsform fram um ein annan? Mamma/mamma og babba/babba skal nú javnstillast við faðir og móðir. Fer hetta ikki at skapa ótryggleika og ørkymlan hjá mongum børnum og ungdómum?



Av tí at grundleggjandi rammur og leiklutir nú verða upployst, fara so ikki øll føroysk børn, okkara kæru børn, ommu- og abbabørn og ungdómar, nú at fáa nýggjar, óneyðugar og krevjandi avbjóðingar?



Vit vita øll, hvussu kenslusom og ivandi mong ung eru, tá ið tey koma í kynsbúningaraldurin. Hugsið tykkum, hvussu álvarsamt hetta er? Síggja tit ikki, hvørjar byrðar vit leggja á okkara børn og ungu? Og hvat vit kunnu lokka tey útí? Halda tit ikki, at tað fær álvarsligar avleiðingar fyri okkum, um vit gera hetta?



Føroysk børn skulu nú læra, at tvær mammur ella tveir pápar er líka natúrligt og normalt sum mamma og pápi! Og tær nýtist ikki at vera profetur fyri at síggja, at henda ideologiin kann føra til forvirring, ørkymlan og ósikkurheit hjá mongum og einum barni í samband við identitet, seksualitet og sjálvsfatan. – Men her er ikki eitt orð í uppskotunum um hetta!



Javnstøða
Næstan allastaðni í samfelagnum verður dentur lagdur á, hvussu neyðugt tað er, at bæði menn og kvinnur eru við.



Í øllum almennum nevndum og ráðum hava vit kynskvotering. Í skúlum og barnagørðum verður tosað nógv um, hvussu týðandi tað er, at bæði kynini eru við, o.s.fr. Men í familjuni, sum er grundarlagið undir samfelagnum – ikki minst tá ið tað kemur til at mennast og búnast – har skal tað nú vera í lagi við tveimum kvinnum ella tveimum monnum.



Hvar er logikkurin??



Og so kundi eg hugsað mær at spurt hesar fýra kvinnurnar, sum hava lagt hetta fram – hesar, sum stríðast fyri at fáa javnstøðu inn allastaðni – hvussu ber tað til, at javnstøða nú skal takast úr hjúnalagnum, grundsúluni í samfelagnum – hjúnabandinum, har javnstøða sum onga aðrastaðni er natúrlig – og altíð hevur verið?



Vit missa samvitskufrælsið
Skuldi tað hent, sum eg ikki vóni, at løgtingið samtykkir hesar lógirnar, so eri eg vísur í, at ein stórur partur av Føroya fólki framvegis fer at halda fast við, at hjúnabandið pr. definisión er eitt samlív millum mann og konu. Fólk kunnu hava ymsar orsøkir til at halda fast við hetta, lívfrøðiligar, mentanarligar, søguligar ella átrúnaðarligar orsøkir.



Av samvitskugrundum ella av øðrum orsøkum fara mong ikki at kunna góðtaka parløg millum tvey av sama kyni sum hjúnalag.



Og hvussu nógv foreldur fara ikki at nokta fyri, at børn teirra verða undirvíst í hesum slagi av samlívsideologi? Er hetta kannað?



Og sigið mær: Hvussu við lærarum? Nógvir lærarar fara at hava stórar trupulleikar við at undirvísa út frá eini slíkari lóg. Og av tí at lógin fer at verða tvingað inn í skúlar og barnagarðar, fer hetta at skapa trupulleikar, ósemjur og stríð mangastaðni um landið!



Fara lærarar at kunna sleppa undan hesum, ella fara teir at verða uppsagdir, um teir ikki fara at hava samvitsku at undirvísa í hesum?



Verða teir noyddir til at halda, at tvær mammur ella tveir pápar sum foreldur er natúrligt, positivt og óproblematiskt fyri at fáa starv í framtíðarinnar skúla?



Og við eini slíkari lóg, verður so ikki stórur vandi fyri, at einstaklingar og felagsskapir, sum eru ímóti hesum, fara at uppliva burturvísingar, uppsagnir, revsing, arbeiðsforboð, miss av stuðli frá landinum o.s.fr.?



Vilja tær, sum hava lagt hetta fram, veruliga hava eitt samfelag, har fólk bróta føroyska lóg, um tey halda fast við, at hjúnalagið millum mann og konu hevur eina serstøðu?



Um nú nýggjar øldir líða
Nei, vit mugu ikki gera hetta! Latið okkum heldur halda fast við arvin frá okkara foreldrum og gera, sum Jóannes Patursson yrkir í sínum kenda sangi, “Boðar tú til allar tjóðir”:



Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av,
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.



Hvat er tað fyri lyfti, ið Jóannes Patursson sipar til? Jú, tað er lyftið, sum Gud hevur givið okkum um, at fylgja vit hansara boðum, so skal gangast okkum og landi okkara væl.



Jógvan á Lakjuni
løgtingsmaður