Spakin settur í til nýggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík


Í morgin verður spakin settur í til nýggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðahaldi.






Tiltakið er kl. 15.00 á Mýrini í Hoyvík. Stjórin fyri Landsverk, Sigurd L. Lamhauge, bjóðar vælkomin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, ber fram røðu og loysir síðani fyrsta flagið.






Vegna almennu koronutilmælini er fyri innbodnum.