Sirið Stenberg svarar fyrispurningi frá Anniku Olsen


Sirið Stenberg



landsstýriskvinna





Svar




upp á








fyrispurning nr. 5/2016 eftir § 52a í tingskipanini um heimildir hjá kommunustýrinum eftir býráðsval frá Anniku Olsen, løgtingsmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)




Spurningurin var soljóðandi:




1. Hvat heldur landsstýriskvinnan um‚ at eftir eitt býráðval, hava kommunustýri heimildir til at binda komandi kommunustýri figgjarliga?



2. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at broyta kommunustýrislógina hesum viðvíkjandi





Svar:




Til nr. 1:



Kommunustýrið verður valt fjórða hvørt ár at sita í 4 ár. Ongar avmarkingar eru í ræðisrættinum hjá kommununi í valskeiðinum. Nývalda kommunustýrið hevur einans eina uppgávu áðrenn 1. januar, tað er at skipa seg.




Kommunuval fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir. Vit vita, at kommunuval verður tann 8. november 2016. Vit vita eisini, at kommunuval verður tann 10. november 2020.




Orsøkin til, at nývalda kommunustýrið ikki tekur sæti á býráðnum fyrr enn 1. januar árið eftir, er atlitið til at kunna viðgera møguligar klagur um valið, áðrenn nývalda kommunustýrið tekur við. Um so er, at kært verður um valið rættstundis, fer gamla kommunustýrið ikki frá, fyrr enn tað hevur viðgjørt og tikið avgerð viðvíkjandi klaguni.




Peningaognin, sum kommunustýrið hevur at gera gott við, er inngoldin av skattaborgarum í kommununi og teimum tiltøkum, sum eitt kommunustýri setur í verk, eiga tískil at vera fíggjarliga ráðilig. Hetta er eisini galdandi frá tí, at val hevur verið, til nývalda kommunustýrið tekur við.




Um vit hyggja til Danmarkar, fer kommunuval fram 3. týsdagin í november, og byrjar valskeiðið eisini 1. januar árið eftir. Í Íslandi er kommunuval síðsta leygardagin í mai. Nývalda kommunustýrið tekur við 15 dagar eftir valdagin, og tá fer sitandi kommunustýrið eisini frá. Um valið verður kært og úrslitið av kæruni er, at valið verður ógildað, so verður verandi kommunustýrið sitandi, inntil nýval hevur verið.




Til nr. 2:



Ongar ætlanir eru um at broyta lógina hesum viðvíkjandi.






Heilsu- og innlendismálaráðið, 30. august 2016




Sirið Stenberg



landsstýriskvinna