Sambýlið á Mýrini til fyrstu viðgerð í Løgtinginum



Málið um Sambýlið á Mýrini fekk sera jaliga viðgerð í Løgtinginum týsdagin.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt lógaruppskotið fyri Løgtingið, nú arbeiðið at fyrireika byggingina er komið so væl áleiðis, at tað verður klárt at bjóða arbeiðið út í næstum.


Fyrsta viðgerð var týsdagin, og tingfólk høvdu millum annað á orði, at málið var væl fyrireikað og lýst, nú tað er lagt fyri Tingið at taka støðu.


- Eg gleðist um, at málið fekk eina so positiva viðgerð í Løgtinginum, og at tingfólk eru sinnað at geva málinum eina skjóta og góða viðgerð. Vit eru øll samd um, at tørvurin á vardum bústøðum er stórur og vilja tí, at gongd kemur á byggingina sum skjótast, segði landsstýriskvinnan í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.


Sambýlið á Mýrini er til fólk við lættari og tyngri menningartarni og við ymsum førleikum at klára seg sjálvi í gerandisdegnum.


Sambýlið fer at hava 18 búpláss, bygt í trimum eindum við seks búfólkum í hvørji eind.


Eftir ætlan verður farið undir at byggja nýggja sambýlið í summar 2021 og klárt verður at flyta inn síðst í 2022.