Nýggj viðtaluhøli til barnatannrøktina byggjast í Marknagili

Bygningurin, har Tannlæknastovan heldur til í dag í Tórsgøtu, er bygdur í 1907. Síðani 1959 – tað vil siga í 61 ár - hevur bygningurin hýst barnatannrøktini.


Tolnar hava tær, tannlæknar, tannrøktarar og tannatstøðingar gjørt sítt arbeiði til lítar at ansa eftir tonnunum hjá okkara børnum. Ikki hevur verið nógv alment kjak um tørvin á nýggjum tíðarhóskandi hølum, tí teirra arbeiði hevur havt fyrstu raðfesting.
 
Hesi 4 árini sum borgarstjóri havi eg havt mangan starvsdag fyri hesum røsku kvinnum, 25 ár, 30 ár, 35 ár, 40 ár og enntá onkur hevur verið longri. Eg eri djúpt hugtikin av hesum kvinnum, ið stillisliga bara hava gjørt sítt arbeiði til UG.
 
Tíðin er komin at geva barnatannrøktini tíðarhóskandi karmar og útgerð. Tað koma at ganga uml 900 børn á skúlanum á Fløtum og 1200 næmingar eru á Glasi, og tí er tað upplagt, at nýggju viðtalurnar hjá barnatannrøktini eisini verða staðsettar nærhendis skúlunum.

Hesum vilja vit arbeiða fyri.
 
Annika Olsen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu