Klaksvíkar kommuna yvirtaka Klaksvíkar Sjúkrahús


Haldi at tíðin er komin hartil, at Klaksvíkar Kommuna yvirtekur Klaksvíkar Sjúkrahús í samstarvi við kommunurnar í nærøkinum. So fáa starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið frið at arbeiða og sleppa undan áhaldandi hóttan um niðurlegging.





Vit hava sæð ferð aftaná ferð, at har Klaksvíkar Kommuna yvirtekur økir, byrja tey at blomstra og eru vælvirkandi. Nøkur dømi um hetta eru: ansingarøkið, barnaverndarøkið og nú fyri stuttum eldraøkið. Hetta er væleydnað og ein fyridømi um, at vit skulu halda fram at yvirtaka økir.





Klaksvíkar Kommuna eigur at yvirtaka Klaksvíkar Sjúkrahús, og játtanin skal fylgja við. Hetta fyri at sjúkrahúsið framhaldandi skal vera vælvirkandi og kann uppraðfestast og blíva eitt av fremstu sjúkrahúsum í heiminum.





Vit hava sæð ferð eftir ferð, hvussu Klaksvíkar Sjúkrahús hevur verið slóðbrótari innan mong serlæknaøkir, og vit hava av allar bestu lærdu starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.





Tað vóru norðoyingar og lutvíst eysturoyingar, sum tóku seg saman og bygdu Klaksvíkar Sjúkrahús, tí tey sóu, at tørvurin var stórur, og hevur hetta sjúkrahús verið vælvirkandi og ein fyrimynd fyri onnur sjúkrahús. Bara t.d. trivnaðarkanningin, sum bleiv gjørd millum sjúklingar, gav Klaksvíkar Sjúkrahúsið topp karakter. Harafturat hoyra vit ferð aftaná ferð í miðlum, hvussu væl nøgdir sjúklingar eru, sum hava fingið viðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.





Tíverri fær Klaksvíkar Sjúkrahús ikki frið. Við jøvnum millumbilum verða álit gjørd, sum vilja niðurlaga Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta kann ikki halda fram.





Ein niðurlaging av Klaksvíkar Sjúkrahúsið fer ongantíð at bjarga hvørki Landssjúkrahúsinum ella Suðuroyar Sjúkrahúsi.





Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,



Løgtingslimur.