Jógvan í Skorini vil berjast fyri javnrætti – Sig mær frá tá bardagin byrjar.


Jógvan í Skorini, valevni fyri Tjóðveldi og borgarstjóri á Eiði, roynir í lesarabrævi at tryggja sær nakrar bíligar atkvøður norðanfyri Hórisgøtu, við at leggja eftir arbeiðsplássinum í Tórshavn ella (kon)Tórshavn, sum hann so snildisliga kallar tað.



“Hvussu nógvir íbúgvar munnu vera pr. alment starv í Eysturoynni og í Norðoyggjum í mun til í (kon)Tórshavn?” spyr tjóðveldisumboðið. Ein nokkso leiðandi spurningur, men ein skjót leiting á Hagstovuni kundi givið tær svarið:



Norðoya sýsla: 14% av íbúgvum í almennum starvi (802 av eini fjøld á 5852).
Eysturoyar sýsla: 13% av íbúgvum í almennum starvi (1361 av eini fjøld á 10571).
Suðurstreymoyar sýsla: 17% av íbúgvum í almennum starvi (3877 av eini fjøld á 22750).



Hesi almennu størv eru í Landsfyrisiting, Kommunur & Ríkisstovnar og í Heilsu- og Almannaverk.
Hagtølini eru frá 2014.



At leggja eftir Tórshavn og fólkinum, ið har býr, fyri at vinna atkvøður er ikki góður fólkaskikkur.



Tórshavn er umsitingarligi høvuðsstaður okkara. Av tíð fer altíð at verða fæst íbúgvar pr. alment starv í Tórshavn, men útfrá tølunum, ið eg havi víst á, er ikki nøkur orsøk at loypa uppfrá.



“Eg vil berjast fyri javnrætti – eisini til almenn størv”. Tað er gott Jógvan og eg skal hjálpa tær tá okkurt at berjast fyri, tí har er at kalla eingin ójavni í.



Við javnrættiskvøðu



Sólvit E. Nolsø
Valevni fyri Fólkaflokkin