Javnaðarflokkurin reingir veruleikan

Skotgrøvspolitikkurin
má enda! Tað kemur alt ov ofta fyri, at andstøðuflokkarnir reingja veruleikan.



Seinasta dømi um tað
er skrivið hjá Javnaðarflokkinum, har tey siga seg ikki taka undir við ætlanunum hjá samgonguna at privatisera SEV.



Tykkum nýtast ikki at
stúra – SEV verður ikki privatiserað. Tað hevur ongantíð verið ætlanin!



Eins og nú, fer SEV
framhaldandi at framleiða streym burtur úr orkuverkum og vatnorku. Tí er tað
skeivt tá Javnaðarflokkurin sigur, at vit missa ræði á grundleggjandi
samfelagsligum økjum. Tað gera vit ikki.



Men framyvir kunna
privat feløg framleiða streym inn á netið hjá SEV, sum eru vunnin burtur úr
vindorku.



SEV kann eisini
gjøgnum onnur feløg bjóða uppá verkætlanir viðvíkjandi framleiðslu av streymi
burtur úr vindorku.



Vit hava skilt, at
SEV longu hevur stovnað eitt interkommunalt felag til endamálið. Tað gjørdi
Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, greitt í útvarpinum. Also eingin
privatisering. Tað verður ongin ognarlutur í SEV privatiseraður.



Nýggja kommunala
felagið, sum skal arbeiða eftir marknaðartreytum, skal arbeiða sjálvstøðugt av
SEV, og tí slepst undan illgitingum um armslongd og manglandi gjøgnumskygni,
og at SEV hevur buktina og báðar endarnar í samband við útboð av vindmyllum.



«Landsstýrið ætlar,
at privatar fyritøkur, ofta við útlendskum eigarum, nú skulu einsamallar og
uttan kapping frá SEV at leggja seg á alla vindframleiðsluna í Føroyum» - sigur
Javnarflokkurin í skrivinum.



Hetta eru somu
illgitingar og reingjan av veruleikanum, sum vit tíverri síggja alt ov ofta. Tað
einasta vit vilja, er at fáa eina gjøgnumskygda kapping millum javnt stillaðar
partar, so besti prísurin fæst fyri brúkaran.



Vit tí leisti, sum nú
er avtalaður, verður gjørligt at náa málsetninginum um, at el-framleiðslan í
Føroyum í nógv størri mun skal koma frá grønum orkukeldum.



At Javnaðarflokkurin
er ímóti ætlanunum hjá samgonguni, er sín sak, men brúkið sakligar grundgevingar
í kjakinum.

Christian Andreasen