Hvussu nógv mál kann ein landsstýrismaður tapa


Dagblaðið: Tað hevur víst seg ferð eftir ferð, at landsstýrisfólk hava verið noydd at taka mál aftur, tí tað er eingin semja um tey í samgonguni.




– Vit sóu tað í spurninginum um lækkan av skattafríu upphæddini hjá lesandi. Vit sóu tað í tríggjar vikur trygdarskeiðinum. Vit sóu tað í samdøgursfrádráttinum til sjómenn uttanlands, og vit síggja tað í uppskotinum um uppboðssølu, sigur Jákup Mikkelsen.




Hann setir tí spurningin, hvussu nógv mál ein landsstýrismaður kann tapa, áðrenn tað fær avleiðingar fyri viðkomandi landsstýrismann.




– Vit vita, hvussu illa Rigmor Dam er komin fyri við sínum uppskotum, sum hon mátti taka aftur. Og nú Høgni Hoydal, sum hevur lagt eitt so viðkvæmt uppskot sum tað um uppboðssølu fyri tingið, sigur Jákup Mikkelsen.




Hann heldur tí, at samgongan ríður niðarliga við ivasomu uppskotunum, tað hevur lagt fyri tingið.




– Spurningurin er tí, hvussu nógv mál ein landsstýrismaður kann tapa, áðrenn tað fær avleiðingar, sigur Jákup Mikkelen.