Hvussu er ætlanin at fremja samtyktu broytingarnar í hjúnabandslógini


Fyrispurningur í sambandi við broytingar í hjúnabandslógini og um yvitøku av familjurættarliga økinum, settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu (at svara skrivliga eftir TS § 52a)



1) Kann landsstýriskvinnan greiða frá tilgongdini, hvussu ætlanin er at fremja tær samtyktu broytingarnar í hjúnabandslógini havandi í huga, at landsstýriskvinnan eisini arbeiðir við at yvirtaka familjurættarliga økið?



2) Hvussu er ætlanin at raðfesta arbeiðið við at yvirtaka familjurættarliga økið í mun til at fremja tær samtyktu broytingarnar í hjúnabandslógini?



3) Verður málið í sambandi við at broyta ella strika §14, stk. 2 í hjúnabandslógini sent til hoyringar í Føroyum, m.a. hjá kirkjumyndugleikum og føroyska kirkjumálaráðnum?



4) Nær kann roknast við, at málið í sambandi við §14, stk. 2 kemur aftur í Løgtingið?



Viðmerkingar:
Tann 29. apríl 2016 samtykti Løgtingið løgtingsmál nr. 19/2015, sum var uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini. Men eisini varð samtykt, at broytingarnar í hjúnabandslógini ikki koma í gildi fyrr enn §14, stk. 2 í hjúnabandslógini annaðhvørt verður strikað ella broytt soleiðis, at lógin ikki heimilar signing av borgarligari vígslu fyri pør av sama kyni.

Tað, sum er merkisvert, er, at landsstýriskvinnan samstundis arbeiðir við at yvirtaka tað familjurættarliga økið, og áhugavert kann tí vera at fáa at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at raðfesta í hesum sambandi.

Løgtingsskrivstovan hevur undir tingviðgerðini av hjúnabandslógini víst á fleiri álvarsom fyrivarni í sambandi við málið, og viðgerðin hevur eisini víst, at hetta er ein óhoyrdur og ivingarsamur máti at lóggeva uppá. Málið var heldur ikki sent til hoyringar nakrastaðni.

Áhugavert kann eisini verða at fáa at vita, um málið ikki hesaferð verður sent til hoyringar hjá kirkjumyndugleikunum, tí tað er heilt greitt, at verður § 14, stk. 2 broytt ella strikað, so taka vit tann lógartryggjaða rætt, borgarliga vígd hjún hava í dag, at verða signað í kirkjuni, frá teimum og lóggeva á henda hátt inn í kirkjuna.

Víst hevur eisini verið á, at málið uttan iva skal viðgerast aftur í Løgtinginum, og tí verður spurt, nær roknast kann við, at málið kemur aftur í tingið?



Á Løgtingi, 13. mai 2016
Jógvan á Lakjuni