Hildu seg ikki til arbeiðssetningin


Eftir síðsta løgtingsval bleiv arbeiðsbólkur settur, sum skuldi gera menningarætlan fyri alt tað føroyska sjúkrahúsverkið. Í arbeiðsbólkinum vóru eisini vælkvalificeraði umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Tey fóru hugagóð og engageraði undir hetta arbeiðið.





Nú fyriliggur hendan “menningarætlan” og hon er ikki hugaligur lesnaður fyri norðoyingar. Umboð í bólkinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús eru skelkaði og hava verið alment frammi og sagt, at tey kenna ikki úrslitið aftur.



Á umráðandi økjum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús er úrslitið hjá arbeiðsbólkinum broytt við umskrivingini til føroyskt. Niðurstøða er gjørd um, at vit skuldu hava eina felags sjúkrahúsleiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið. Hetta var als ikki við í arbeiðssetninginum.



Hetta kann best sammetast við næming, sum fer til próvtøku og ikki heldur seg til givna evnið. Givna evnið er ikki hansara sterka síða, og tí velur hann at skriva ella tosa um okkurt annað. Úrslitið verður sjálvandi 03.



“Menningarætlanin” er snildisliga gjørd og allastaðni har tað snýr seg um virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahús verða ymisk fyrivarni tikin, í tann mun tað letur seg gera osv.





Framhald.





Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur



Løgtingskvinna