Heimildir til at binda komandi kommunustýri figgjarliga


Fyrispurningur um heimildir hjá kommunustýrum eftir býráðsval, settur Sirið Stenberg, landsstýrismanni í heilsumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)




- Hvat heldur landsstýriskvinnan um‚ at eftir eitt býráðval, hava kommunustýri heimildir til at binda komandi kommunustýri figgjarliga?

- Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at broyta kommunustýrislógina hesum viðvíkjandi?

Viðmerkingar:

Tá eitt løgtingval verður útskrivað, er skipanin soleiðis‚ at landsstýrið missir allar sínar politisku heimildir.



Landsstýrið kann eitt nú ikki gera lógir‚ brúka pengar ella undirrita avtalur og sáttmálar.



Orsøkin er tann‚ at man ikki skal kunna binda eitt komandi landsstýri og Løgting. Øðrvísi er galdandi fyri kommunustýrini.



Eftir eitt býráðsval situr sitandi kommunustýri fram til 31.des. í valárinum‚ og hóast sama kommunustýri hevur mist meirilutan‚ so hevur sama kommunustýri fullar heimildir fram til 31 des.



Hetta kann í ringasta føri føra til, at komandi kommunustýri verður niðurbundið fíggjarliga nógv ár fram í tíðina.



Meðan eitt landsstýri missir sínar heimildir tann dagin, valið verður útskrivað‚ so varðveitir eitt kommunustýri harumframt sínar heimildir líka fram til valdagin.



Hetta elvir ikki til ábyrgdarfullan politikk‚ men kann i ringasta føri elva til peningaoysl og ábyrgdarloysi, møguliga eisini fyri at spæla einum komandi kommunustýri neisir.



Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í kommunumálum‚ Sirið Stenberg‚ hvørt tað eru ætlanir um at broyta hesa skipan.

Á Løgtingi, 11. august 2016
Annika Olsen