Fólkaflokkurin vil hjálpa barninum!


Tú hugsar kanska: hvussu kann Fólkaflokkurin hjálpa barninum?



Børnini eru okkara størsta tilfeingi, og geva vit børnunum góð kor, er fortreytin fyri eini góðari framtíð bjargað. Hetta vil Fólkaflokkurin gera við at leingja barsilsfarloyvið við løn til eitt ár. Foreldrini eiga sjálvi at kunna avgera hvussu leingi hvør av teimum skal vera heima hjá barninum.





Í verandi løtu stendur tað soleiðis á teimum fyrstu reglunum inni á barsil.fo :



”Foreldur, ið eru løntakarar, hava rætt til barsilsfarloyvi í 52 vikur eftir føðing, men barsilspeningurin verður bert útgoldin í tilsamans 38 vikur innanfyri fyrstu 38 vikurnar eftir føðing.
Mamma hevur rætt til barsilspening tær fyrstu 14 vikurnar eftir føðing og pápin hevur rætt til 4 vikur eftir føðing. Hartil hava foreldrini rætt til barsilspening í 20 vikur, sum tey kunnu býta sínamillum”





Tá inntøka er allar 52 vikurnar, ger tað lívið ”lættari”.



At leingja barsilsfarloyvið við løn til eitt ár, kann vera við til at betra um tilknýtið millum barn og foreldur.



Hevur barnið fingið ment evnini við tilknýti tað fyrsta árið, hevur barnið fingið ein týðandi førning til at møta framtíðini.



Við hesum hjálpa vit eisini foreldrunum.



Fólkaflokkurin vil hjálpa barninum.






Mariann P. Garðalíð



Valevni Fólkafloksins