Íløgur fyri eina milliard og skuldarfrí

Nú hendan býráðssetan er farin at halla, kann staðfestast, at hetta hevur verið ein serliga hendingarík býráðsseta. 

Vít í meirilutanum hava tilsamans gjørt íløgur fyri góða milliard, heilt ítøkiliga 960 mió kr.
Tað fyrsta, ið vit gjørdu var at leggja eina langtíðaríløguætlan, sum fyri fyrstu ferð er gjørd fyri Tórshavnar kommunu. 

Omanfyri er listin yvir tær størstu íløgurnar, harav tær flestu íløgurnar eru lidnar, meðan aðrar eru settar ígongd:
• Skúlin á Fløtum
• Nýggjur musikkskúli á Landavegnum
• Nýggir vegir kring skúlarnar
• Nýggjur umlættingar og rehabileringsdepil
• Demenesdepil á Tjarnargarði
• Fyrireiking av nýggjum ellis og røktarheimi í Hoyvík
• Eldradepil í Kollafirði – fyrireikingarnar settar í gongd
• Skjótibreyt í Sandvíkum
• Langhylur og vælveruøki í Gundadali
• Lopgrøv í Fimi
• Dagføring av vøllunum í Gundadali
• Vesturskýli á Tórsvølli
• Nýggjur dagstovnur vesturi á Flat
• Ùtstykkingar/bústaðir kring kommununa
• Bátahylur í Álakeri
• Bátadráttur í Nólsoy
• Fyrireiking av nýggjum golfvølli
• Nýggjur bygningur til arbeiðsfólkini á rakstareindini í Tórshavnar kommunu
• Vegir og innkomuvegur
• Lendisgøtur kring alla kommununa
• Kloakkir
• Kirkjugarðar t.e. nýggjur kirkjugarður í Hoyvík og víðkan av kirkjugarðinum við gl. Velbastaðvegin
• Orkuverkætanir te ljós og viðlíkahald av almennum bygningum
• Fríðkan av býnum t.d. nýtt bússkýli í Steinatúni, asfaltering, trivnaðarátøk v.m.

Hildið kundi verið áfram, tí tað eru fleiri íløgur og verkætlanir at vísa á, sum ikki eru nevndar her.
Hesar íløgur, ið nevndar eru niðanfyri, eru allar gjørdar uttan so mikið, sum at taka eina krónu í lán. Samstundis, sum vit hava gjørt íløgur fyri eina góða milliard, er skuldin hjá Tórshavnar kommunu niðurgoldin.

Tórshavnar kommuna er í dag skuldarfrí, og sostatt væl bjálvað til at taka ímóti avbjóðingum og nýggjum møguleikum í komandi tíðum, har m.a. stóra útstykkingarætlanin í Stórutjørn liggur fyri framman, har rúm er fyri 2500 búeindum, stovnum v.m., ein nýggjan parkeringstunnil, ið ætlan er at gera og aðrar átroðkandi uppgávur, ið eftir eru at loysa.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið