Hvør kann koppsetast?

Herfyri frættist, at føroyingar, ið búgva í Føroyum, men eru í Danmark í útbúgvingarørindum, kunnu koppsetast á jøvnum føti við danir.

Tí spyrji eg: Hvussu við føroyingum, ið búgva í Danmark, men eru í Føroyum?

Undir koronutíðini hava nógv føroysk lesandi og onnur, ið dagliga búgva uttanlands, verið í Føroyum. Skúlar hava latið aftur, og øll undirvísing hevur verið á netinum, og tí hava nógv valt at koma heim til Føroyar.

Nú koppsetingin er í gongd, verður lýst við, at øll búsitandi í Føroyum kunnu bíleggja sær tíð til koppseting.

Hvussu er støðan hjá teimum mongu føroyingunum, ið eru búsitandi uttanlands, men orsaka av koronustøðuni, eru stødd í Føroyum?

Í Danmark er tað soleiðis, at føroyingar, ið eru búsitandi í Føroyum, men eru staddir í Danmark í útbúgvingarørindum ella øðrum, hava møguleika at koppseta seg júst sum aðrir borgarar í Danmark.

Spurningurin er tí, um hesin møguleikin eisini verður galdandi fyri teir útisetar, ið eru heima í Føroyum í løtuni. Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í heilsumálum:

- Hava føroyingar, ið eru búsitandi uttanlands, men í løtuni staddir í Føroyum, møguleika at bíleggja tíð til koppseting í Føroyum?

2.    -  Um ikki, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um, at gera hetta møguligt?