Hevur fiskivinnan nakra framtíð í Føroyum?

Sýnist sum hendan samgongan og hennara ørindasveinar hava fingið dugnaligar reiðarar og fiskifóllk í rangastrúpan. Um ágangurin á reiðarar og fiskifólk heldur áfram, verður ikki lív laga hjá teimum.

Føroyar hava ligið fremst í skipaheri síðstu árini, men hvussu leingi verður tað aftrat við Høgna, Aksel og Poul á brúnni. Vit hava verðins bestu skip - ella hava havt. Vit hava verðins besta sjófólk og verðins besta matkova. Hvussu leingi verður tað aftrat ?

Tað sum rørir seg ímillum manningar á uppisjóvarskipum í dag er stóra óvissan sum valdar. Manningarnar vita ikki hvat framtíðin hevur at bjóða. Alt er blivið meir óhugaligt. Nakrir umhugsa sína støðu. Møguliga skuldu teir funnið sær annað tryggari starv. Allarhelst uttanlanda.

Um hetta hendir, so kemur føroyska fiskivinnan at missa nógv gott fólk. Kanska serliga navigatørar, maskinmenn og smiðjumenn í fyrsta umfari, men við tíðini gott og roynt sjófólk á øllum plássum umborð. Vit koma at missa serkunnleika, sum er bygdur upp ígjøgnum ættarlið.

Okkara høvuðsvinna, okkara flaggskip blívur við førda politikkinum afturúrsigld. Hetta kann blíva tungt at heinta innaftur ella ómøguligt. Grannar okkara byggja nýggj hátøknilig skip, men vit føroyingar byggja onki nýtt skip undir teim fortreytunum, sum nú verða stungnar út í kortið. Vit fara at sigla við skipum, sum aðrir hava kasserað.

Spurningurin er eisini um okkara ungu fara at síggja nakra framtíð í fiskivinnuni. Hava tey hug at velja sær starv í eini vinnu við so óvissum fortreytum. Í eini vinnu, har tað verður illa sæð, ella forboðið at tjena nógvar pengar.

Tey velja sær sannlíkt heldur aðrar útbúgvingar, sum geva teimum møguleikar fyri einum almennum tryggum starvi. Helst í høvuðsstaðnum, tí har eru tey flestu. Soleiðis gerst økið uttanfyri miðstaðarøki veikari og veikari. Gjógvin millum miðstaðarøkið og uttanfyri miðstaðarøkið gerst størri og størri. Júst tað øvugta av, hvat javnaðarløgmaðurin Aksel Jóhannesen lovaði at gera. Um tað ikki verður privata fyritaksemi, sum heldur lív í økinum uttanfyri miðstaðin, so fækkast møguleikarnir har, tí hendan samgongan hugsar fyrst og fremst um miðstaðarøkið.

Hví bara menningarkvotur í fiskivinnuni.

Samgongan kundi t.d. eins væl ásett menningarkvotur innanfyri almenn størv. Suðuroy, Sandoy, Vágar, Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar kundu sjálvandi eins væl fingið tillutað sín procentvísa part av almennum størvum eftir fólkatalinum. So kundu fólk við útbúgvingum búð og arbeitt runt alt Føroya land. Ella ynskir samgongan heldur, at fólk við útbúgvingum einans skulu búgva í høvuðsstaðnum og fólk uttan útbúgving skulu búgva aðrastaðni ? Samferðslan er nú so góð, at almenn størv eins væl kunnu liggja uttanfyri miðstaðarøkið. Tey kunnu liggja so gott sum allastaðni. Hetta hevði eisini hjálpt uppá trupulleikarnar við tilkoyringini til høvuðsstaðin.

Sjálvandi ger hendan samgongan ikki tað, tí so missir hon sín parlamentariska meiriluta. Miðstaðarøkið er jú garanturin fyri hesi samgonguni, og tað er her atkvøðurnar eru. Tað er mikið lættari at fara í Eysturoynna og Norðoyggjar og flyta nøkur størv haðani. Hetta verður gjørt undir herrópinum, at fólksins ogn skal deilast út til allar Føroyar, at allar Føroyar skulu mennast, og at ongin skal blíva ov sterkur. Tó skal bara høvuðsstaðurin mennast við føstum, tryggum almennum størvum. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
 
Løgtingskvinna