Gamla ellisheimið gerast til eldraíbúðir

Á seinasta býráðsfundi varð avgjørt at byggja nýtt ellis- og røktarheim til 64 búpláss og 16 atknýttar røktaríbúðir. Nýggja ellis- og røktarheimið kemur ístaðin fyri gamla ellisheimið í W.U Hammershaimbsgøtu, sum varð tikið í brúk í 1935.

Gamla ellisheimið hevur tænt væl og virðiliga fyri seg, og bæði búfólk og starvfólk hava tørv á nýggjum kørmum og hentleikum. Ellisheimið, sum hevur eina heilt serliga sál yvir sær, liggur væl fyri miðskeiðis í býnum, og tí er tað upplagt, at hetta heimið verður gjørt til eldraíbúðir.
Sambært kanning, sum Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt, ynskir 4. hvør borgari í Tórshavnar kommunu sær ein leigubústað. Tað er serliga millum tey eldru og tey yngru at hetta ynskið ger seg galdandi.

At fáa fleiri eldrabústaðir er eisini ein liður í okkara eldrapolitikki, at okkara eldru kunnu klára seg sjálvi í einari ibúð, ið hóskar til tørvin, heldur enn í einum stórum sethúsum, sum eru trupul at røkja. Hetta leysgevur eisini fleiri sethús út á bústaðarmarknaðin.
Í løtuni eru tað 4871 borgarar, ið eru 60 +, og ynskið um eldrabústað økist alsamt. Hetta eru eisini viðurskifti, sum eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur eftirlýst.

Í hesi býráðssetu, sum er við at halla, er dentur lagdur á at útvega fleiri umlættingarpláss og búpláss til eldri. Bygdur er nýggjur umlættingar- og rehabiliteringsdepil, ið stendur liðugur í ár, nýggjur demensdepil á Tjarnargarði, sum verður liðugur um ársskiftið, og arbeiðið við nýggjum ellis og røktarheimi er farið í gongd.
 
Tiðin er nú komin at byggja fleiri eldraíbúðir. Umframt at brúka Ellisheimið í W.U. Hammershaimbsgøtu til eldraíbúðir eru onnur øki í kommununi, har tað er upplagt at byggja eldraíbúðir ella lutabúðir, m.a. á Frúutrøð og á Dalavegnum.
 
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu