Framgongd við flatskattinum - lønargjaldingarnar vuksu 7.4%

Tað var ein tíð, tá tað ikki loysti seg at arbeiða. Loysti seg ikki at taka eitt tak ella ein tíma afturat, tí landið fór við vinninginum. Skatturin var alt ov høgur. Tað køvdi allan framburð.


Tí kom Fólkaflokkurin við flatskattinum.

Nú loysir tað seg aftur at arbeiða. At taka ein tíma afturat. At arbeiða longri. Nú er tað arbeiðarin, ið situr eftir við vinninginum - ikki landið. Tí er hugurin at arbeiða størri. Tað síggja vit eisini í feskastu tølunum frá hagstovuni.

Sambært hagstovuni vóru samlaðu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar fyrstu 4 mánaðirnar av 2015 2.625 milliónir kr. í mun til 2.443 milliónir kr. í 2014. Munurin er 182 milliónir kr. Ein vøkstur á 7,4%.

Fólkaflokkurin fegnast um góðu gongdina, tí tølini vísa enn einaferð, at flatskatturin er við til at skapa vøkstur og framgongd.