Foreldur 1 og foreldur 2

Fólkaflokkurin hevur altíð og vil framhaldandi byggja land okkara á góðu gomlu føroysku kristnu grundvirðini. Grundvirðir, sum hava bygt okkara samfelag ígjøgnum øldir. Hjúnarbandið millum mann og kvinnu, gudsóttandi heimini og barnauppalingina og nei til fría fosturtøku.


Vit vilja gera orðini hjá Jóannes Patursson til okkara: Boðar tú til allar tjóðir, æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móðir, so tær fylgir signing mín. Somuleiðis vóni eg, at síðsta ørindi í tjóðsanginum hjá Símun av Skarði framhaldandi kann blíva sungið í Føroyum. Eg nígi tí niður í bøn til tín Guð, Hin heilagi friður mær falli í lut! Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd! So torir hon vága – av Gudi væl skírd – at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land!

Samgongan sett kílar
Tjóðin skal savnast aftur. Hóast orð løgmans á fleiri Ólavsøkum um at standa saman og vera góð við hvønn annan, so er tað ein sannroynd, at løgmaður uppá forhond útihýsti stórum parti av føroyingum, tá samgonga skuldi skipast. Hann útihýsti uppá forhond áskoðanum og ynskjum hjá stórum parti av føroyingum. Tað er eisini ein sannroynd, at ongin samgonga, sum hendan hevur klovið tjóðina. Manningarfeløg, fakfeløg, arbeiðsgevarar og reiðarar eru sett upp ímóti hvørjum øðrum. Á etiska økinum eru eisini kílar settir.

Hjúnarbandslógin
Mongd av føroya fólki tóku ikki undir við broytingunum í hjúnarbandslógini. At maður skal kunna giftast manni og kona skal kunna giftast konu. Fólkaflokkurin ynskti at fáa hetta út til fólkaatkvøðu, so fólkið kundi tala, men samgongan tordi ella vildi ikki lata fólkið tala í hesum kollveltandi álvarsmáli. At samgongan kundi halda fram var meir umráðandi. Hetta var ikki eingong eitt samgongumál,men bleiv koyrt ígjøgnum.

Seinasta skotið á stammuni
Seinasta skotið á stammuni hjá eina samgonguumboðnum er, at nú skulu fólk kunna skifta kyn løgfrøðiligt, um tey ynskja tað. Einasta treytin er, at tey skulu føla seg sum mótsatta kynið í 6 mánaðir. Tað nýtist ongin læknakanning, psykologur, ella nakað sum helst . Viðkomandi skal bara føla seg sum mótsætta kynið. Í teoriini, kanst tú broyta kyn 2 ferðir um árið.

Hvussu hetta fer at ávirka og broyta samfelagið hevur ongan ella minni týdning. Tað kemur í aðru rekkju.
Mongd av føroya fólki tekur heldur ikki undir við hesum uppskotinum. Um hetta uppskotið eisini fer at verða samtykt , vil tíðin vísa. Tey tora kanska ikki at koyra hetta ígjøgnum áðrenn valið, men um sitandi samgonga sleppur at halda fram, so verður hetta óivað gjørt. Allarhelst tað fyrsta uppskotið.

Slík mál, sum hesi, hava sett dagsskránna og hava fylt rættuliga nógv í politikkinum hjá sitandi samgongu. Saman við fríari fosturtøku, eru hetta mál, sum ofta vísa seg at koma frá vinstravonginum. Øll á vinstravonginum taka tó ikki undir við hesum, men velja tey tó vinstravongin ?

Eg vil staðiliga heita á fólk um at taka støðu til slík etisk mál og hugsa um tað, tá umboð skal veljast á løgting. Eg vil heita á fólk, um at minnast álopið hjá sitandi samgonguni á siðbundna hjúnarbandið millum mann og kvinnu, tá umboð skal veljast á Føroya løgting.
Hvat er í væntu?

Um sitandi samgonga sleppur at halda fram eftir valið, verður so tað næsta uppskotið, sum verður lagt fram á ting, at avtaka orðini mamma og pápi. Ístaðin skulu vit innføra orðini foreldur 1 og foreldur 2 ?
Hendan samgongan hevur fleiri ferðir so staðiliga prógvað, at ALT verður gjørt fyri at fáa atkvøður til meiriluta.

Føroyingar hugsið um hetta.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin