Valskráin til Fólkatingsvalið


Á Fólkatingi vilja vit virka fyri einum góðum og uppbyggjandi samstarvi millum lond okkara. Fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at virka óheft at donskum flokkum, men vil nýta sessin at tryggja okkara viðurskifti. Vit fara at føra ein virknan politikk i Fólkatinginum.


Fólkafloksumboðan á Fólkatingi


Vit vilja hava beina burtur marknaðforingar millum londini. Vit vilja tryggja og varðveita rættindi hjá føroyingum í Danmark og vilja verða vakið eyga við broytingum. Vit vilja styrkt samstarv um útbúgving, gransking og heilsurøkt Vit vilja yvirtaka útlendingamál, men so leingi tey eru donsk, vilja vit tryggja okkara viðurskifti. Til dømis eiga vit at hjálpa flóttarfólki har tey eru, og ikki taka tey til Føroya. Vit vilja tryggja Schengen fyri Føroyar. Vit vilja tryggja eina varnað og rættvísa útlendingalóg fyri Føroyar.


Fólkafloksumboðan á Fólkatingi


Vit siga nei til ES limaskap og ja til samstarv. Okkara umboð á Fólkatingi vil verja okkum fyri ágangi og boykottum frá ES. Vit vilja taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt Danmark letur ábyrgd til ES, Vit vilja við lóg tryggja skinsamastu lóggávu fyri okkara bankakervið, nú danir umhugsa at lata ES meira vald á sínum bankakervi. Vit vilja taka fyrivarni fyri nýggjum ES lógum og reglugerðum, sum ikki hóska til okkara samfelag. Vit vilja virka fyri fríhandli við ES.


Fólkafloksumboðan á Fólkatingi


Vit vilja, at í hvalaveiðifelagsskapinum IWC skal okkara rødd hoyrast og atkvøða telja, ella skulu vit úr felagskapinum. Vit vilja slóða fyri, at vit fáa fasta eygleiðarastøðu í ST sum eina byrjan til fullan limaskap. Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur NEAFC og NAFO. Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í Arktiska ráðnum. Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í IOC og harvið luttaka í Olympisku leikunum undir merkinum. Vit vilja yvirtaka okkara Loftrúm. Vit vilja endurskoða uttantíkispolitisku heimildarlógina.


Fólkafloksumboðan á Fólkatingi


Á Fólkatingi vilja vit arbeiða fyri okkara fólk. Tað er svárt, tá sjúka rakar, og tí mugu vit tryggja okkara sjúklingum bestu sjúkuviðgerð. Vit vilja tryggja okkara ungu bestu útbúgvingarmøguleikar og vit vilja undir ongum umstøðum lata frá okkum sjálvræði á okkara tilfeingi í sjónum. Fólkaflokkurin vil á Fólkating at skapa praktiskt samstarv um praktisk mál. Hugsjónarligar spurningarnir um høgra/vinstra og um sjálvstýri/samband taka vit í Løgtinginum. Nógv kann røkast við praktiskum samstarvi um praktisk mál.