Fólkatingsumboðini og makrelmálið

Fólkatingsumboðini og makrelmálið

Nakað av orðaskifti hevur verið um leiklutin hjá føroysku fólkatingsumboðunum í samband við makrelmálið og støðuna, tá ES/Danmark setti handilsbann í verk ímóti Føroyum.

Tað ljóðar sum um fólkatingsumboðini hava havt ein avgerandi leiklut í hesum málum.

Fyri at tað ikki skal verða nøkur misskiljing, skal verða sligið fast, at føroysku fólkatingsumboðini ongan leiklut hava havt í arbeiðinum at fáa semju við ES og Noreg um makrelin og ES um handilsbannið.

Í besta føri hevur teirra leiklutur bert verið at órógva og grugga málið.

Makrelmálið er áhugavert á ymiskan hátt. Tað vísur í øllum førum, at har Føroyar hava allan avgerðarrættin, eru vit javnbjóðis øðrum, og kunnu, um vit vilja, fáa javnbjóðis rættindir.

Makrelmálið bleiv stýrt úr Føroyum og onga aðrastaðni.

Tað vóru vit, sum kravdu størri rættindir til føroysku tjóðina. Tað vóru vit, sum fóru burturúr strandalandaavtaluni og settu Føroyum størri kvotu, tá vit ikki fingu ljóð fyri okkara kravi.

Tað vóru vit, sum stríddist við samráðingarborðið og at enda fingu rætt, og vunnu tjóðini størri rættindir.

Hetta megnaðu vit, hóast ágang frá okkara grannum, mest ES, sum at enda setti handilsbann í verk ímóti okkum.

Vit vóru vitni til, at ES-landið Danmark, sum vit eru í ríkisfelagsskapi við, setti handilsbann í verk ímóti okkum.

Okkara fólkatingsumboð stóðu sum "ryssa yvir deyðum fili". Spurnartekin varð sett við ríkisfelagsskapin og rættindini hjá føroyingum í ríkisfelagsskapinum, men hóast hetta var eitt upplagt evni at taka upp á Fólkatingi, gjørdu okkara fólaktingsumboð ikki vart við seg á nevniverdan hátt.

Vit førdu alla tíðina fram, at hóttanir og handilstiltøk ikki kundu brúkast sum amboð at býta makrelin ímillum strandalondini, og at vit ikki fóru at lata okkum trýsta, tí vit høvdu rættin á okkara síðu.

ES sá skjótt, at handilsbannið ongan virknað hevði. Vit fiskaðu ásettu kvotuna og seldu fiskin til lond uttanfyri ES. Tá hetta var teimum greitt, royndi ES at sleppa burturúr handilsbanninum aftur.

Tað var okkara støðufesti og onki annað, sum gjørdi, at vit fingu loyst makrelmálið og trupuleikarnar við ES.

Jacob Vestergaard
valevni til fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin