Flóttafólk til Føroyar, nei takk - aftursvar!

Nú hava ungmannafeløgini hjá Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum boðað frá, at Føroyar skulu taka í móti flóttafólki. Tað kom fram á pallborðsfundinum í gjárkvøldið, sum var í Perluni í Havn.
Lat meg gera greitt beinanvegin, at sjálvandi skulu vit gera tað, vit eru ment, fyri at hjálpa teimum, sum mugu flýggja undan kríggi og politiskum ófriði. Men vit hava øll sæð, hvat er hent í Danmark, Noregi og Svøríki.

Danir royna nú, enntá við stuðli frá Mette Fredriksen og Sosialdemokratunum, at tátta í. Sjálvt sviar eru troyttir av miseydnaða politikkinum. Hví skulu vit loysa upp, tá grannalondini royna at tátta í? Halda tit, at vit fara at loysa fløkta flóttafólkapolitikkin, tá okkara norðurlendsku grannar hava givið skarvin yvir?
Hóast tað gongur frægari at integrera útlendingar, ið búseta seg í Føroyum, hava vit framvegis trupult við at veita alla ta hjálp, teimum tørvar. Tað hava vit hoyrt nógvar søgur um. Men hesi koma til Føroyar av fríum vilja.

Tað gera flóttafólk ikki.

Tað er ikki bara sum at siga tað, tá tú tekur ímóti krígsraktum flóttum. Tú kanst taka ímóti teimum fysiskt. Geva teimum hús og heim, pengar og arbeiði, men ræðuligu krígsminnini fylgja við. Tí er tað ikki bert ein spurningur, um vit skulu taka flóttafólk til Føroyar, men eisini ein spurningur, um vit hava neyðugu skipanirnar at taka ímóti krígsraktum børnum og familjum? Hava vit nøktandi skúlatilboð? Eru lærarar førir fyri at taka ímóti krígsraktum børnum? Hvussu við sálar- og kreppuhjálp? Ella foreldrunum, ið ikki duga føroyskt? Sum hava upplivað so nógv ræðuligt? Hava vit neyðugu amboðini?

Um ikki, so vísir søgan okkum, at lagaligi flóttafólkapolitikkurin kann koma føroyska samfelagnum aftur um brekku. Tað hava vit sæð nógv dømi um í Noregi, Danmark og Svøríki. Tí eri eg ósamdur við teimum, sum vilja hava flóttafólk til Føroyar. Vit skulu hjálpa, men vit hjálpa teimum best í nærumhvørvinum. Um tað merkir, at vit skulu hyggja nærri at upphæddini, vit lata til menningarhjálp, kunnu vit gera tað. Sjálvandi skulu vit hjálpa.

Men vit skulu ikki taka flóttafólk til Føroyar. Vit hjálpa teimum best í nærumhvørvinum.

Hanus Samró
Fólkaflokkurin