Ferðavinnan – ein nýggjur spíri

Ferðavinnan – ein nýggjur spírið.

Ferðavinnan í Føroyum er í vøkstri. Ferðamannaskip koma í stórum talið at vitja, og talið á ferðandi umvegis flogvøllin er vaksandi.
Hetta er gleðiligt, tí vit síggja fleiri smáar fyritøkur spretta upp, og summar eru longu farnar at blomstra.
Fleiri oyggjasamfeløg úti í heimi, við nógv fleiri íbúgvum enn vit í Føroyum, liva einans av ferðavinnuni, og tí trúgvi eg at ferðavinnan hevur nógv størri møguleikar, enn tað vit kenna til ídag.
Vit eiga tí at stimbra hesa vinnu, og gera karmarnar hjá ferðavinnuni so góðar sum møguligt. Tí vit vita, at um vit fáa økt um ferðafólktalið, kann ferðavinnan avgjørt gerðast ein rættiliga týðandi partur av búðskapinum.
Marknaðarføringin úti í heimi hevur givið úrslit. Tí eiga vit at halda á við at gera vart við okkum, sum eitt ferðamál.
Røddir eru frammi um at vit eiga at ansa eftir, tí avleiðingarnar av ferðavinnuni eru ofta til størri skaða, enn hon er til gagn. Hesum eri eg partvís samdur í.
Um vit nú í uppstartinum gera ymiskar mannagongdir, um hvat man kann og ikki kann, so skuldi tann trupuleikin ikki komi.
Her hugsi eg um nátúruvernd, har atlit verður tikið til fuglalív o.a. Og at dálking ikki verður nakað vit koma at fáa trupuleikar av.
Fleiri vinnugreinar eru neyvt tengdar av ferðafólkatalinum, t.d. matstovuvinnan, og vinnur sum bjóða fram upplivingar av ymsum slag.
Tí skula vit savna okkum meiri um ferðavinnuna í framtíðini, so hon kann menna seg uppaftur meir. Her er heilt víst eitt stórt potentiale, sum vit eiga at útnytta betri, øllum føroyingum at frama.

Jógvan Kristin Olsen
Valevni Fólkafloksins