Fast samband til Suðuroynna í 2030

Tá fyrsti Smyril byrjaði at sigla millum Suðuroynna og meginøkið, var hetta eitt frambrot fyri vinnu og fólk í oynni. Síðan er ferðasambandið ment og túratalið økt ár um ár og núverandi Smyril má sigast at verða eitt gott skip til vánaliga farvatnið. Tað sosiala í, at sigla um fjørðin og møta fólki dámar eisini nógvum væl.

Farleiðin er og verður altíð ein ”lappaloysn”. Um blómandi vinnulívið í oynni skal vera kappingarført og kunna veita fyrstafloksvørur má ein undirsjóvartunnil gerast millum Hvalba og Sandoynna.

Í nútímans samfelagnum ferðast nógv okkara javnan í arbeiðsørindum til miðstaðarøkið og uttanlanda. Aftur her er ferðasambandið als ikki nøktandi. Oftani kann ein stuttur fundur norðanfjørðs hava við sær, at suðuroyingar mugu liggja nátt í havn og bíða til dagin eftir at sleppa heim. Enn verri liggur fyri, tá suðringar skullu við flogfari, bæði við fráferð og heimkomu, her passar ferðasambandið sjáldan soleiðis at tað kann gerast eftir einum degi.

Komandi samgonga má og skal eftir mínum tykki, seta út í kortið, hvar og nær ein tunnil kann gerast til suðriar og seta hann inn í langtíðaríløguætlanina hjá landinum.

Til ein tunnil kemur, má og skal ferðasambandið styrkjast við at Smyril siglir tríggjar túrar um fjørðin hvønn dag og skal ferðaætlanin í nógv størri mun tillagast gerandisdegnum hjá okkum og ferðasambandinum út í heim.

Eg vóni og vænti, at hesin Smyril verður tann seinasti, soleiðis at koyrandi verður til Suðuroynna í seinasta lagi í 2030.

Um eg verði valdur á ting, vil eg arbeiða fyri hesum, okkara oyggj og fólkinum her býr at frama.

Vel eitt sterkt umboð á ting

Set X við Mortan Vang

Valevni fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið 2015