Familjan

Familjan er kjarnin í samfelagnum. Vil halda, at tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelagi. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt. Fleiri valmøguleikar og avgerðarættir skulu latast familjunum.

  • Vit vilja, at lóggávan skal verja og fjálga um familjuna.
  • Vit vilja, at øll hjúnabandsrevsing verður tikin úr skatta- og almannalógum.
  • Vit vilja, at foreldur skulu sleppa at velja, um børnini skulu ansast heima ella á stovni, soleiðis at ansingarkostnaðurin fylgir barninum heldur enn stovninum.
  • Vit vilja leggja dent á at fáa betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív fyri at økja um trivnaðin hjá løntakarum bæði í arbeiði og heima.
  • Vit vilja skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði
  • Vit vilja orða eina familjulóg, sum er lagað til føroysk viðurskifti, og sum eisini tekur hædd fyri broyttum familjumynstrum og støkum uppihaldarum
  • Vit vilja seta í gildi nútíðar byggilóggávu, sum er lagað til føroysk viðurskifti.