Elsebeth svarar spurningum um Bústaðir

Skrivligir spurningar til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir frá Eyðgunn Samuelsen.

Spurningar:

1. Út frá hvørjum fortreytum eru nevndarlimirnir í stýrinum fyri Bústaðir valdir?

2. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í samsvari við armslongdarprinsippið, at nevndarformaðurin samstundis er fulltrúi í aðalráðnum hjá landsstýrismanninum?

Til nr. 1:

Hvør einstakur  nevndarlimur í nývalda stýrinum fyri Bústaðir er valdur soleiðis, at stýrið sum ein heild á fullgóðan hátt, kann fremja lógarinnar setning. Tveir av trimum limum eru afturvaldir, og hetta kann vera við til at tryggja støðugt framhald av verandi verkætlanum, meðan hinir tríggir limirnir eru nýggir, og soleiðis kunnu vera við til at  tryggja  meiri gjøgnumskygni, og á hendan hátt skapa enn størri fólksliga undirtøku fyri virksemið hjá Bústøðum.

Í stýrinum eru fólk, ið eru byggikøn, hava námsfrøðiliga vitan, hava umboðað fólk við serligum tørvi í áhugafelagi og búskaparfrøðingar við drúgvum royndum innan fíggjarstýring bæði í tí almenna og tí privata. Samanlagt átti hetta at verið eitt toymi, sum kann samstarva professionelt við dagligu leiðsluna í Bústøðum.

Til nr. 2:

Nú greiðir spyrjarin ikki nærri frá hugtakinum “armslongd”, men landsstýrismaðurin skilir tað soleiðis, at hann skal tryggja, at stýrið innanfyri karmarnar av lógini kann virka óheft av landsstýrismanninum. Hetta fyri, at almenningurin kann hava álit á, at landsstýrismaðurin óheft

•kann fremja tað lógarfesta eftirlitið við stovnin,

•kann virka sum kærumyndugleiki,

•kann viðgera umbønir um at víkja frá lógarkravinum um samstarv við privatar íleggjarar,

•og óheft kann“gera avtalu” –sum tikið verður til í lógini -við stýrið um staðseting og málbólk fyri tær 200 milliónir krónurnar til serligar málbólkar.

Sum vera mann kunnu avtalur bert gerast millum partar, sum eru óheftir hvør av øðrum. Talan er um ein út av fimm stýrislimum, og soleiðis sum Almannamálaráðið er skipað, metir landsstýrismaðurin, at hesar uppgávur fult út kunnu røkjast.